tað er fullgjørt

9 versir um "tað er fullgjørt"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 19:30 Jóhannes

Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: „Tað er fullgjørt!“ So boygdi Hann høvdið og gav upp andan.

9
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 17:4 Jóhannes

Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.

2
Jóhannes 19:28 Jóhannes

Síðani, við tað at Jesus visti, at nú var alt fullgjørt, fyri at skriftin skuldi ganga út, segði Hann: „Eg tysti.“

2
Jóhannes 19:29 Jóhannes

Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara.

2
Hebrearabrævið 9:24 Hebrearabrævið

Tí Kristus fór ikki inn í halgidóm, sum gjørdur var við hondum og bert var mynd av hinum sanna; nei, Hann fór inn í sjálvan Himmalin fyri nú at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta

2
Hebrearabrævið 9:25 Hebrearabrævið

– ikki heldur, fyri at Hann skuldi ofra Seg sjálvan mangar ferðir – eins og høvuðspresturin ár eftir ár fer inn í halgidómin við fremmandum blóði.

2
Hebrearabrævið 9:26 Hebrearabrævið

– So mátti Hann havt liðið ofta, frá tí heimurin varð grundaður. Men nú er Hann við enda tíðanna opinberaður eina ferð fyri allar til at taka burt syndina við ofri Sínum.

2
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið

Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –

2