Systkinalag

134 versir um "Systkinalag"

Versir

Síða 2 av 3
Prædikarin 8:2 Prædikarin

Eg sigi: Gev boði kongsins gætur, ja, ger tað, við tað at tú hevur svorið eið um Gud!

2
Prædikarin 8:3 Prædikarin

Ver ikki ov skjótur at fara burtur frá honum, og kom tær ikki upp í nakað, sum ilt er! Hann kann jú gera alt, ið hann vil.

2
Prædikarin 8:4 Prædikarin

Tí orð kongsins hevur vald, og hvør torir at siga við hann: „Hvat gert tú!“

2
Prædikarin 8:5 Prædikarin

Tann, ið heldur boðið, skal ongum illum vita av, og hjarta hins vísa skal fáa at kenna tíð og dóm.

2
Prædikarin 8:6 Prædikarin

Tí hvør fyritøka hevur tíð sína og dóm sín; tí óndskapur mansins hvílir tungur á honum;

2
Prædikarin 8:7 Prædikarin

hann veit jú ikki, hvat ið fer at henda; hvør kann siga honum, hvussu fer at ganga!

2
Prædikarin 8:8 Prædikarin

Einki menniskja hevur vald á vindinum, so hann kann halda honum aftur, og líka lítið er nakar harri yvir deyðadeginum; bardaganum kann eingin sleppa sær undan, og gudloysi bjargar ikki honum, ið fremur tað.

2
Prædikarin 8:9 Prædikarin

Hetta havi eg alt sæð, og eg havi givið mær far um alt tað, sum hendir undir sólini, á eini tíð táið eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.

2
Prædikarin 8:10 Prædikarin

Líkaleiðis sá eg, at gudleys komu í grøv og gingu inn til hvílu; men tey, sum rætt høvdu gjørt, noyddust at fara burtur frá bústaði hins Heilaga og vórðu gloymd í staðnum. Eisini hetta er fáfongd.

2
Prædikarin 8:11 Prædikarin

Av tí at hin ónda gerð fær ikki dómin oman yvir seg við tað sama, fær hjarta menniskjabarnanna dirvi at gera tað, ið ilt er

2
Prædikarin 8:12 Prædikarin

– við tað at syndarin hundrað ferðir kann gera ónt og livir tó leingi. – Men eg veit kortini, at teimum skal gangast væl, sum óttast Gud, aftur fyri at tey óttast ásjón Hansara,

2
Prædikarin 8:13 Prædikarin

men at ikki skal gangast hinum gudleysa væl, og at hann sum skuggin skal ikki liva leingi, við tað at hann óttast ikki Gud.

2
Prædikarin 8:14 Prædikarin

Fáfongd er, sum á jørðini hendir: At rættvís eru, ið verða fyri tí, sum gudleys hava uppiborið, og at gudleys eru, ið verða fyri tí, sum rættvís hava uppiborið. Eg sigi: Hetta við er fáfongd.

2
Prædikarin 8:15 Prædikarin

Eg prísaði tí gleðini; tí menniskjað hevur einki annað gott undir sólini enn at eta og drekka og verða glaður; og hetta fylgir honum í strevi hansara lívsdagarnar, ið Gud hevur givið honum undir sólini.

2
Prædikarin 8:16 Prædikarin

Táið eg vendi hjarta mínum at læra vísdóm at kenna og at hyggja at stríðinum, ið tey gera sær á jørðini – tí hvørki dag ella nátt fáa tey blund í eyguni –

2
Prædikarin 8:17 Prædikarin

tá dugdi eg at síggja, at so er við øllum verki Guds, at menniskjað er ikki ment at fata tað, ið undir sólini hendir; tí hvussu nógv menniskjað so pøsir seg við at granska tað út, er hann ikki mentur at fata tað kortini, og um so hin vísi hugsar, at víst skal hann skilja tað, er hann ikki mentur at fata tað kortini.

2
Zakarias 11:17 Zakarias

Vei hinum ringa hirða, ið rýmir frá seyðinum! Svørð yvir arm hansara og høgra eyga hansara! Armur hansara skal visna burtur, og høgra eyga hansara skal verða starblint!“

2
Matteus 5:33 Matteus

Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“

2
Matteus 5:34 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;

2
Matteus 5:35 Matteus

ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;

2
Matteus 5:36 Matteus

ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.

2
Matteus 5:37 Matteus

Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.

2
Matteus 6:1 Matteus

„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.

2
Matteus 6:2 Matteus

Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

2
Matteus 6:3 Matteus

Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –

2
Matteus 6:4 Matteus

fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

2
Matteus 6:5 Matteus

Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

2
Matteus 6:6 Matteus

Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

2
Matteus 6:7 Matteus

Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.

2
Matteus 6:8 Matteus

Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann.

2
Matteus 6:9 Matteus

Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!

2
Matteus 6:10 Matteus

Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!

2
Matteus 6:11 Matteus

Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!

2
Matteus 6:12 Matteus

Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara.

2
Matteus 6:13 Matteus

Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.“

2
Matteus 6:14 Matteus

Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;

2
Matteus 6:15 Matteus

men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.

2
Matteus 6:16 Matteus

Táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir! Tí teir avskapa andlit sítt, fyri at menniskjuni skulu síggja, at teir fasta. – Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

2
Matteus 6:17 Matteus

Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,

2
Matteus 6:18 Matteus

fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

2
Matteus 6:19 Matteus

Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!

2
Matteus 6:20 Matteus

Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!

2
Matteus 6:21 Matteus

Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.

2
Matteus 6:22 Matteus

Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;

2
Matteus 6:23 Matteus

men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!

2
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

2
Matteus 6:25 Matteus

Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!

2
Matteus 6:26 Matteus

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!

2
Matteus 6:27 Matteus

Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!

2
Matteus 6:28 Matteus

Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;

2