systkinabørn
70 versir um "systkinabørn"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Krønikubók 17:13 Fyrra Krønikubók
Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur; náði Mína skal Eg ikki lata víkja frá honum – soleiðis sum Eg læt hana víkja frá honum, ið undan tær var.
Fyrra Krønikubók 17:14 Fyrra Krønikubók
Nei, til ævigar tíðir skal Eg lata hann verða í húsi Mínum og í ríki Mínum; til ævigar tíðir skal hásæti hansara verða grundfest.“
Fyrra Krønikubók 17:15 Fyrra Krønikubók
– Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón.
Fyrra Krønikubók 17:16 Fyrra Krønikubók
Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi har fyri ásjón HARRANS; og hann segði: „Hvør eri eg, HARRI Gud, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta!
Fyrra Krønikubók 17:17 Fyrra Krønikubók
Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Gud, so at Tú talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Ja, menniskjaliga hevur Tú vent Tær til mín, til at seta meg høgt, HARRI Gud!
Fyrra Krønikubók 17:18 Fyrra Krønikubók
Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg um heiðurin, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Tú kennir jú tænara Tín!
Fyrra Krønikubók 17:19 Fyrra Krønikubók
HARRI! Fyri tænara Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt alt hetta stóra.
Fyrra Krønikubók 17:20 Fyrra Krønikubók
HARRI! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú – eftir øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum okkara.
Fyrra Krønikubók 17:21 Fyrra Krønikubók
Og hvar á jørðini finst eitt fólk sum fólk Títt, Ísrael, eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk – til at gera Tær navn við stórum og øgiligum verkum, at reka út fólkasløg fyri fólki Tínum, sum Tú fríaði út av Egyptalandi!
Fyrra Krønikubók 17:22 Fyrra Krønikubók
Tú setti fólk Títt, Ísrael, til at vera Títt fólk til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra!
Fyrra Krønikubók 17:23 Fyrra Krønikubók
Lat tí nú, HARRI, orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara, standa fast til ævigar tíðir – ger, sum Tú hevur sagt!
Fyrra Krønikubók 17:24 Fyrra Krønikubók
Ja, lat tað standa fast! So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: „HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, er Gud yvir Ísrael!“ Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni.
Fyrra Krønikubók 17:25 Fyrra Krønikubók
Tí Tú, Gud mín, hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja honum hús – tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja fyri ásjón Tíni.
Fyrra Krønikubók 17:26 Fyrra Krønikubók
Og nú, HARRI, Tú ert Gud, og Tú hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða!
Fyrra Krønikubók 17:27 Fyrra Krønikubók
Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí tað, ið Tú, HARRI, signar, tað er signað í allar ævir!“
Fyrra Krønikubók 23:22 Fyrra Krønikubók
Eleazar læt ongar synir eftir seg, táið hann doyði, bert døtur, og teimum giftust frændur teirra, synir Kis, við.
Fyrra Korintbrævið 5:1 Fyrra Korintbrævið
Yvirhøvur hoyrist um siðloysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enntá ikki finst millum heidningarnar – at ein livir saman við konu faðirs síns.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
Fyrra Tessalonikabrævið 4:17 Fyrra Tessalonikabrævið
síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Troystið tá hvør annan við hesum orðum!