Syria
29 versir um "Syria"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 17:1 Esaias
Spádómur um Damaskus. Damaskus skal ikki longur vera býur, tað skal verða grótrúgva.
Esaias 17:2 Esaias
Býirnir í Aroer verða fólkatómir; teir verða fylgjum til beiti; tey leggjast har og verða ikki rikin burt.
Esaias 17:3 Esaias
Endi skal vera á verju Efra’ims, á kongadømi Damaskus og á tí, ið eftir er av Áram; ganga skal við teimum sum við dýrd sona Ísraels – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 17:4 Esaias
Tann dag skal dýrd Jákups hava lítið at týða, holdini á kroppi hansara skulu tærast burtur.
Esaias 17:5 Esaias
Ganga skal, sum táið tann, ið sker akur, tekur um stráini og við armi sínum kvettir øksini av; ganga skal, sum táið øksini verða sankað í Refa’imsdali.
Esaias 17:6 Esaias
Einki skal verða eftir har uttan seinnaheyst – sum táið berini verða sligin niður av oljutrænum – tvey, trý ber ovast í toppinum, fýra, fimm á greinum frukttræsins – sigur HARRIN Gud Ísraels.
Esaias 17:7 Esaias
Tann dag skulu menniskjuni leita eftir skapara sínum, og eygu teirra skulu hyggja upp til hin Heilaga í Ísrael;
Esaias 17:8 Esaias
tá skulu tey ikki venda eygum sínum til altarini, ið hendur teirra hava reist, og ikki hyggja á tað, ið fingrar teirra hava fingið í lag, tað veri Asjerur ella sólstólpar.
Esaias 17:9 Esaias
Tann dag skulu hinir víggirdu býir Ísraels verða sum oyðitoftirnar í skógunum og á hæddunum, sum farið varð úr undan Ísraelsmonnum – og landið skal verða til oyðimørk.
Esaias 17:10 Esaias
Tí tú gloymdi Gud frelsu tínar og mintist ikki skýlisklett tín; tí plantar tú yndisligar urtagarðar og setur fremmandar kvistar í teir.
Esaias 17:11 Esaias
Sama dag sum tú plantar, setur tú garð rundanum, og hvønn morgun fært tú tað, ið tú hevur plantað, at blóma – men einki er at heysta heimsøkingardagin, táið pínan verður ógrøðandi.
Esaias 17:12 Esaias
Hoyr gnýið frá mongum tjóðum, tær brúsa sum havið! Hoyr dun tjóðflokkanna, teir dynja sum veldig vøtn!
Esaias 17:13 Esaias
Ja, tað dynur av fólkasløgum, sum mong vøtn dynja; men Hann hóttir at teimum, og tey flýggja langt burtur, fúka sum dumba á fjøllum fyri vindinum, sum dustskýggj fyri storminum.
Esaias 17:14 Esaias
Um kvøldið, ja, tá kemur ræðsla; áðrenn lýsir av morgni, eru teir ikki til longur. So gongur teimum, sum røva frá okkum; hetta er lutur teirra, ið okkum ræna.
Esaias 7:8 Esaias
Tí Damaskus er høvd Sýrlands, og Rezin er høvd Damaskus; og um 65 ár skal Efra’im verða lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur.
Esaias 8:4 Esaias
Tí áðrenn drongurin dugir at siga „pápi“ og „mamma“, skulu skattir Damaskus og herfongur Samaria verða bornir fram fyri kongin í Assýria.“
Esaias 9:12 Esaias
Sýrlendingar frammanífrá og Filistarar aftanífrá; teir eta Ísrael við gapandi munni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
Matteus 4:24 Matteus
Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.
Dómararnir 10:6 Dómararnir
Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; teir dýrkaðu Ba’alarnar og Astarturnar og gudar Árams, Zidons, Móabs, Ammonita og Filistara; teir fullu frá HARRANUM og dýrkaðu ikki Hann.
Fyrra Kongabók 19:15 Fyrra Kongabók
Tá segði HARRIN við hann: „Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram!
Seinna Kongabók 24:1 Seinna Kongabók
Á døgum hansara kom Nebukadnezar kongur í Bábel hagar, og Jójakim gav seg undir hann; men táið trý ár vóru gingin, fall hann frá honum aftur.
Seinna Kongabók 24:2 Seinna Kongabók
Tá sendi HARRIN móti honum kaldeiskar, árameiskar, móabitiskar og ammonitiskar ránsflokkar; Hann sendi teir móti Juda at oyða tað – eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við tænarum Sínum profetunum.
Lukas 4:27 Lukas
Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na’aman Sýrlendingur.“
Seinna Sámuelsbók 8:5 Seinna Sámuelsbók
Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadadezer kongi í Zoba, men Dávid feldi 22000 av teimum.
Ezekiel 27:16 Ezekiel
Áram handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgd av vørum; karfunklar, purpur, toy í ymiskum litum, fínt lín, koralir og jaspis lótu teir fyri vørur tínar.
Ápostlasøgan 15:23 Ápostlasøgan
Teir skrivaðu soleiðis við teimum: „Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia.
Ápostlasøgan 18:18 Ápostlasøgan
Paulus varð nú har langa tíð enn; so segði hann brøðrunum farvæl og fór við skipi til Sýrlands, og saman við honum fóru Priskilla og Akvila – eftir at hann í Kenkrea hevði latið klippa hár sítt – tí hann hevði lyfti á sær.
Ápostlasøgan 21:3 Ápostlasøgan
Táið Kýpern var komin undan hjá okkum og farin afturum bakborðsmegin, sigldu vit til Sýria og fóru inn í Týrus; har skuldi skipið leggja upp farmin.
Galatiabrævið 1:21 Galatiabrævið
Síðani ferðaðist eg um í Sýrlandi og Kilikia.