synkretisma (blanding av trúgv)
17 versir um "synkretisma (blanding av trúgv)"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Kongabók 17:33 Seinna Kongabók
Tey óttaðust HARRAN – men dýrkaðu sínar egnu gudar við, á sama hátt sum fólkini, ið tey vóru flutt burtur frá.
Seinna Kongabók 17:34 Seinna Kongabók
Enn í dag fylgja tey gomlu siðum sínum: Tey óttast ikki* HARRAN og gera ikki eftir fyriskipanunum og reglunum, ið tey hava fingið, ella eftir lógini og boðunum, ið HARRIN hevði givið sonum Jákup, sum Hann gav navnið Ísrael.
Seinna Kongabók 17:35 Seinna Kongabók
– Tí HARRIN gjørdi sáttmála við teir og gav teimum hetta boð: „Tit skulu ikki óttast aðrar gudar, ikki tilbiðja teir, ikki dýrka teir og ikki ofra til teirra;
Seinna Kongabók 17:36 Seinna Kongabók
nei, HARRAN, sum við miklum mátti og við útrættum armi leiddi tykkum út av Egyptalandi, Hann skulu tit óttast, Hann skulu tit tilbiðja, og til Hansara skulu tit ofra!
Seinna Kongabók 17:37 Seinna Kongabók
Og fyriskipanirnar, reglurnar, lógina og boðini, ið Hann læt skriva tykkum, skulu tit leggja tykkum eina við at halda allar dagar! Tit mugu ikki óttast aðrar gudar.
Seinna Kongabók 17:38 Seinna Kongabók
Sáttmálan, ið Eg havi gjørt við tykkum, mugu tit ikki gloyma – og tit mugu ikki óttast aðrar gudar;
Seinna Kongabók 17:39 Seinna Kongabók
nei, HARRAN Gud tykkara skulu tit óttast, og Hann skal frelsa tykkum úr hondum alra fígginda tykkara!“ –
Seinna Kongabók 17:40 Seinna Kongabók
Men tey lurtaðu ikki eftir; tey bóru seg at sum áður.
Seinna Kongabók 17:41 Seinna Kongabók
– So óttaðust tá hesi fólk HARRAN, men dýrkaðu samstundis hinar útskornu myndir sínar; og børn og barnabørn teirra hava líka til henda dag gjørt, sum fedrar teirra gjørdu.
Fimta Mósebók 4:2 Fimta Mósebók
Tit mugu einki leggja aftrat boðunum, ið eg gevi tykkum, ei heldur taka nakað burturav, nei, tit skulu halda boð HARRANS Guds tykkara, sum eg gevi tykkum!
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók
– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið
og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.
Zefanias 1:5 Zefanias
tey, sum á tekjunum tilbiðja her himmalsins, tey, sum tilbiðja HARRAN og svørja Honum trúskap, men samstundis svørja um kong sín,
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Opinberingin 22:18 Opinberingin
Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.
Opinberingin 22:19 Opinberingin
Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.