syndir úr fortíðini
10 versir um "syndir úr fortíðini"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Matteus 9:13 Matteus
Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“
Rómverjabrævið 10:10 Rómverjabrævið
Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Siga vit, at vit hava samfelag við Hann – og liva í myrkrinum – so lúgva vit og gera ikki sannleikan.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Siga vit, at vit hava ikki syndað, so gera vit Hann til lygnara, og orð Hansara er ikki í okkum.