Syndir feðranna
42 versir um "Syndir feðranna"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 34:7 Onnur Mósebók
sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!“
Fimta Mósebók 24:16 Fimta Mósebók
Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; ein og hvør skal lata lív fyri sína egnu synd.
Fjórða Mósebók 14:18 Fjórða Mósebók
„HARRIN er langmóðigur og ríkur í miskunn; Hann fyrigevur misgerð og lógbrot; men Hann letur ongan verða óstraffaðan, og Hann hevnir á børn misbrot fedranna, ja, í triðja og fjórða lið.“
Ezekiel 18:19 Ezekiel
Og so siga tit: „Hví skal ikki sonurin bera misgerð faðirs síns?“ – Sonurin hevur jú gjørt rætt og rættvísi; øll boð Míni hevur hann hildið og gjørt eftir teimum; hann skal vissuliga liva.
Ezekiel 18:20 Ezekiel
Tann, ið syndar, skal doyggja; sonurin skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðirin skal ikki bera misgerð sonar síns; rættvísi hins rættvísa skal hvíla yvir honum, og gudloysi hins gudleysa skal hvíla yvir honum.
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Fimta Mósebók 5:9 Fimta Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna – teirra, ið hata Meg –
Jóhannes 9:1 Jóhannes
Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur.
Jóhannes 9:2 Jóhannes
Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: „Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?“
Jóhannes 9:3 Jóhannes
Jesus svaraði: „Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.
Onnur Mósebók 20:1 Onnur Mósebók
Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:
Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók
„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók
men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
Onnur Mósebók 20:7 Onnur Mósebók
Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Onnur Mósebók 20:14 Onnur Mósebók
Tú mást ikki dríva hor.
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók
Tú mást ikki stjala.
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók
Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
Onnur Mósebók 20:17 Onnur Mósebók
Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur.“
Onnur Mósebók 20:18 Onnur Mósebók
Men táið alt fólkið hoyrdi og sá toruna, snarljósini og lúðraljóðið og fjallið í royki, bivaðu tey og hildu seg langt burtur.
Onnur Mósebók 20:19 Onnur Mósebók
Og tey søgdu við Móses: „Tosa tú við okkum, so skulu vit lurta eftir; men lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!“
Onnur Mósebók 20:20 Onnur Mósebók
Men Móses segði við fólkið: „Óttist ikki! Gud er komin at royna tykkum, og fyri at ótti fyri Honum skal vera á tykkum, so tit synda ikki.“
Onnur Mósebók 20:21 Onnur Mósebók
So stóð fólkið langt burtur; men Móses fór nær at myrkrinum, sum Gud var í.
Onnur Mósebók 20:22 Onnur Mósebók
HARRIN segði nú við Móses: „Hetta skalt tú siga við Ísraelsmenn: „Tit hava sjálv sæð, at Eg havi talað við tykkum av Himli.
Onnur Mósebók 20:23 Onnur Mósebók
Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum!
Onnur Mósebók 20:24 Onnur Mósebók
Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.
Onnur Mósebók 20:25 Onnur Mósebók
Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.
Onnur Mósebók 20:26 Onnur Mósebók
Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.““
Jeremias 31:29 Jeremias
Á teimum døgum skal ikki longur verða sagt: „Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu sárar tenn.“
Jeremias 31:30 Jeremias
Nei, ein og hvør skal doyggja fyri sítt egna misbrot – ein og hvør, ið etur súr vínber, skal sjálvur fáa sárar tenn.
Jeremias 31:31 Jeremias
Dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda,
Jeremias 31:32 Jeremias
ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra – sigur HARRIN.
Jeremias 31:33 Jeremias
Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar – sigur HARRIN: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.