Syndarar

47 versir um "Syndarar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

7
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

6
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið

men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

6
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

5
Prædikarin 7:20 Prædikarin

Tí einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott og syndar aldri.

4
Markus 2:17 Markus

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“

4
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

4
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

3
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

2
Markus 2:1 Markus

Nakrar dagar seinni fór Hann aftur inn í Kapernaum, og tað spurdist, at Hann var heima.

2
Markus 2:2 Markus

Tá kom nógv fólk saman, so at tey rúmaðust ikki longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar; og Hann talaði orðið til teirra.

2
Markus 2:3 Markus

Teir komu tá til Hansara við lamnum manni, sum varð borin av fýra;

2
Markus 2:4 Markus

og við tað at teir sluppu ikki fram til Hansara fyri mannfjøldini, tóku teir takið av, har sum Hann var, brutu hol á og sígdu niður songina, sum hin lamni lá í.

2
Markus 2:5 Markus

Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: „Sonurin, syndir tínar eru fyrigivnar!“

2
Markus 2:6 Markus

Nú sótu nakrir av hinum skriftlærdu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum:

2
Markus 2:7 Markus

„Hví talar hesin so? Hann spottar Gud! Hvør kann fyrigeva syndir uttan ein – Gud!“

2
Markus 2:8 Markus

Við tað sama kendi Jesus í anda Sínum, at teir hugsaðu so við sær sjálvum, og Hann segði við teir: „Hví hugsa tit hatta í hjørtum tykkara?

2
Markus 2:9 Markus

Hvat er lættari, at siga við hin lamna: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg, tak song tína og gakk!“

2
Markus 2:10 Markus

Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir“ – segði Hann við hin lamna:

2
Markus 2:11 Markus

„Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“

2
Markus 2:12 Markus

Tá reistist hann, tók við tað sama songina og fór út fyri eygum alra, so tey vóru øll ovfarin og prísaðu Gudi og søgdu: „Aldri hava vit sæð slíkt!“

2
Markus 2:13 Markus

Aftur fór Hann út, fram við vatninum, og alt fólkið kom til Hansara, og Hann lærdi tey.

2
Markus 2:14 Markus

Hann kom tá framvið og sá Levi, son Alfeus, sita við tollbúðina; og Hann segði við hann: „Fylg Mær!“ Tá reistist hann og fylgdi Honum.

2
Markus 2:15 Markus

Táið Hann síðani sat til borðs heima hjá honum, sótu nógvir tollarar og syndarar til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara; tí teir vóru nógvir, og teir fylgdu Honum.

2
Markus 2:16 Markus

Táið hinir skriftlærdu og Fariseararnir sóu, at Hann át við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærisveinar Hansara: „Hann etur og drekkur við tollarum og syndarum!“

2
Markus 2:18 Markus

Lærisveinar Jóhannesar og Farisearanna hildu føstu. Teir komu nú og søgdu við Hann: „Hví fasta lærisveinar Jóhannesar og Farisearanna, og lærisveinar Tínir fasta ikki?“

2
Markus 2:19 Markus

Jesus svaraði teimum: „Fara brúðmenninir at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum! So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta.

2
Markus 2:20 Markus

Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta, tann dag.

2
Markus 2:21 Markus

Eingin seymar bót av ótøvdum vaðmali á gamalt plagg; tí hin nýggja bótin skræðir meiri burtur úr hinum gamla, og holið verður verri.

2
Markus 2:22 Markus

Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí vínið spreingir sekkirnar, og bæði tað og sekkirnir fara fyri einki. Nei, nýtt vín skal í nýggjar skinnsekkir!“

2
Markus 2:23 Markus

Nú hendi tað ein sabbat, at Hann gekk gjøgnum ein akur; og lærisveinar Hansara fóru at slíta øks, meðan teir gingu.

2
Markus 2:24 Markus

Tá søgdu Fariseararnir við Hann: „Hygg, hví gera teir sabbat tað, sum ikki er loyviligt!“

2
Markus 2:25 Markus

Hann svaraði teimum: „Hava tit aldri lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann kom í neyð og hungraði, hann sjálvur og teir, ið við honum vóru

2
Markus 2:26 Markus

– hvussu hann fór inn í hús Guds, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum eingin hevur loyvi at eta uttan prestarnir, og gav eisini teimum, ið við honum vóru?“

2
Markus 2:27 Markus

Og Hann segði við teir: „Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld.

2
Markus 2:28 Markus

Tí er Menniskjasonurin Harri sabbatsins við.“

2
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

2
Jákupsbrævið 2:10 Jákupsbrævið

Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.

2
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:7 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:8 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:10 Fyrra Jóhannesarbrævið

Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív – teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja.

2