synd menniskjanna

38 versir um "synd menniskjanna"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 5:12 Rómverjabrævið

Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu

9
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

7
Rómverjabrævið 5:13 Rómverjabrævið

– tí synd var í heiminum, áðrenn lógin var; men synd verður ikki tilroknað, har eingin lóg er.

3
Rómverjabrævið 5:14 Rómverjabrævið

Tó ráddi deyðin frá Ádami til Móses, eisini yvir teimum, ið ikki høvdu syndað við broti, Ádams líkum – sum er fyrimynd Hansara, ið koma skuldi.

3
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

3
Fyrsta Mósebók 3:1 Fyrsta Mósebók

Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: „Hevur nú Gud sagt: „Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av“?“

2
Fyrsta Mósebók 3:2 Fyrsta Mósebók

Kvinnan svaraði orminum: „Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum;

2
Fyrsta Mósebók 3:3 Fyrsta Mósebók

bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: „Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.““

2
Fyrsta Mósebók 3:4 Fyrsta Mósebók

Tá segði ormurin við kvinnuna: „Einki skulu tit doyggja!

2
Fyrsta Mósebók 3:5 Fyrsta Mósebók

Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!“

2
Fyrsta Mósebók 3:6 Fyrsta Mósebók

Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át.

2
Fyrsta Mósebók 3:7 Fyrsta Mósebók

Tá vórðu eyguni í báðum latin upp, og tey raktu við, at tey vóru nakin; tey seymaðu tí fikubløð saman og bundu upp fyri seg.

2
Fyrsta Mósebók 3:8 Fyrsta Mósebók

Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur, og Ádam og kona hansara krógvaðu seg fyri ásjón Guds HARRANS millum trøini í urtagarðinum.

2
Fyrsta Mósebók 3:9 Fyrsta Mósebók

Tá rópti Gud HARRIN á Ádam og segði við hann: „Hvar ert tú?“

2
Fyrsta Mósebók 3:10 Fyrsta Mósebók

Hann svaraði: „Eg hoyrdi Teg í urtagarðinum; tá ræddist eg, av tí at eg var nakin; tí krógvaði eg meg!“

2
Fyrsta Mósebók 3:11 Fyrsta Mósebók

Tá segði Hann: „Hvør hevur latið teg vita, at tú ert nakin? Hevur tú etið av trænum, ið Eg forbeyð tær at eta av?“

2
Fyrsta Mósebók 3:12 Fyrsta Mósebók

Ádam svaraði: „Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át.“

2
Fyrsta Mósebók 3:13 Fyrsta Mósebók

Tá segði Gud HARRIN við kvinnuna: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt!“ Kvinnan svaraði: „Ormurin dáraði meg, so at eg át.“

2
Fyrsta Mósebók 3:14 Fyrsta Mósebók

Tá segði Gud HARRIN við ormin: „Aftur fyri at tú gjørdi hetta, so skalt tú vera bannaður millum alt fæið og millum øll dýrini á markini. Á búki tínum skalt tú skríða, og dust skalt tú eta, allar lívsdagar tínar.

2
Fyrsta Mósebók 3:15 Fyrsta Mósebók

Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.“

2
Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók

Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“

2
Fyrsta Mósebók 3:17 Fyrsta Mósebók

Við Ádam segði Hann: „Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar.

2
Fyrsta Mósebók 3:18 Fyrsta Mósebók

Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín.

2
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók

Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“

2
Fyrsta Mósebók 3:20 Fyrsta Mósebók

Ádam gav konu síni navnið Eva; tí hon varð móðir at øllum, sum liva.

2
Fyrsta Mósebók 3:21 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum.

2
Fyrsta Mósebók 3:22 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN segði: „Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur – og livir í allar ævir!“

2
Fyrsta Mósebók 3:23 Fyrsta Mósebók

So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr.

2
Fyrsta Mósebók 3:24 Fyrsta Mósebók

Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.

2
Rómverjabrævið 3:10 Rómverjabrævið

sum skrivað er: „Eingin rættvísur er, ikki ein;

2
Rómverjabrævið 3:11 Rómverjabrævið

skilafólk eru ikki til; eingin er, sum søkir Gud;

2
Rómverjabrævið 3:12 Rómverjabrævið

øll eru farin av leið; øll somul eru spilt; eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein;

2
Rómverjabrævið 3:13 Rómverjabrævið

opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu tey svik; ormaeitur er undir vørrum teirra;

2
Rómverjabrævið 3:14 Rómverjabrævið

muður teirra er fullur av banni og beiskleika;

2
Rómverjabrævið 3:15 Rómverjabrævið

føtur teirra eru kvikir at úthella blóð;

2
Rómverjabrævið 3:16 Rómverjabrævið

oyðing og ósæla er á vegum teirra,

2
Rómverjabrævið 3:17 Rómverjabrævið

veg friðarins kenna tey ikki;

2
Rómverjabrævið 3:18 Rómverjabrævið

gudsótti er ikki fyri eygum teirra.“

2