Sýn

49 versir um "Sýn"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið

Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.

3
Seinna Kongabók 6:17 Seinna Kongabók

Og Elisa bað og segði: „HARRI! Lat eygu hansara upp, so hann sær!“ Tá læt HARRIN upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa.

2
Sálmarnir 146:8 Sálmarnir

HARRIN letur upp eygu hinna blindu, HARRIN reisir upp tey, ið niðurboygd eru, HARRIN elskar hini rættvísu,

2
Orðtøkini 20:12 Orðtøkini

Oyrað, ið hoyrir, og eygað, ið sær – HARRIN hevur skapt bæði.

2
Lukas 4:18 Lukas

„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,

2
Jóhannes 9:1 Jóhannes

Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur.

2
Jóhannes 9:2 Jóhannes

Lærisveinar Hansara spurdu Hann tá: „Rabbi, hvør hevur syndað, hesin ella foreldur hansara, síðani hann skuldi verða føddur blindur?“

2
Jóhannes 9:3 Jóhannes

Jesus svaraði: „Hvørki hann ella foreldur hansara hava syndað; nei, hetta varð so, fyri at verk Guds skulu verða opinberað á honum.

2
Jóhannes 9:4 Jóhannes

Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er; náttin kemur – táið eingin kann arbeiða.

2
Jóhannes 9:5 Jóhannes

So leingi sum Eg eri í heiminum, eri Eg ljós heimsins.“

2
Jóhannes 9:6 Jóhannes

Táið Hann hetta hevði sagt, spýtti Hann á jørðina, gjørdi deiggj av spýttinum og smurdi deiggið á eygu hansara.

2
Jóhannes 9:7 Jóhannes

Og Hann segði við hann: „Far avstað og vaska tær í Siloamshyli!“ (Siloam er útlagt: Sendur). Hann fór tá avstað og vaskaði sær og kom aftur síggjandi.

2
Jóhannes 9:8 Jóhannes

Tá søgdu grannarnir og tey, sum áður høvdu verið von at síggja hann sum biddara: „Er hetta ikki hann, ið sat og biddaði?“

2
Jóhannes 9:9 Jóhannes

Summi søgdu: „Tað er hann!“ Men onnur søgdu: „Nei, hann líkist honum!“ Sjálvur segði hann: „Tað eri eg!“

2
Jóhannes 9:10 Jóhannes

Tá søgdu tey við hann: „Hvussu vórðu eygu tíni latin upp?“

2
Jóhannes 9:11 Jóhannes

Hann svaraði: „Maðurin, sum kallast Jesus, gjørdi deiggj og smurdi tað á eygu míni og segði við meg: „Far til Siloam og vaska tær!“ Táið eg so fór avstað og vaskaði mær, fekk eg sjónina.“

2
Jóhannes 9:12 Jóhannes

Tey søgdu við hann: „Hvar er Hann?“ Hann svaraði: „Tað veit eg ikki.“

2
Jóhannes 9:13 Jóhannes

Tá fóru tey til Fariseararnar við honum, sum blindur hevði verið.

2
Jóhannes 9:14 Jóhannes

Men tað var sabbatur, tann dagin Jesus gjørdi deiggið og læt upp eygu hansara.

2
Jóhannes 9:15 Jóhannes

Fariseararnir spurdu hann nú á sama hátt, hvussu hann hevði fingið sjónina. Hann svaraði teimum: „Hann legði deiggj á eygu míni, og eg vaskaði mær, og nú síggi eg.“

2
Jóhannes 9:16 Jóhannes

Tá søgdu nakrir av Farisearunum: „Hesin maður er ikki frá Gudi, síðani Hann heldur ikki sabbatin!“ Aðrir søgdu: „Hvussu kann maður, sum syndari er, gera slík tekin!“ Teir komu tá ikki ásamt.

2
Jóhannes 9:17 Jóhannes

So søgdu teir uppaftur við hin blinda: „Hvat sigur tú um Hann, við tað at Hann hevur latið upp eygu tíni?“ Hann svaraði: „Hann er profetur!“

2
Jóhannes 9:18 Jóhannes

Nú trúðu Jødarnir ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrrenn teir fingu sent boð eftir foreldrum hansara, sum sjónina hevði fingið.

2
Jóhannes 9:19 Jóhannes

Teir spurdu so tey: „Er hetta sonur tykkara, sum tit siga, er føddur blindur? Hvussu ber tað tá til, at hann sær nú?“

2
Jóhannes 9:20 Jóhannes

Foreldur hansara svaraðu teimum: „Vit vita, at hetta er sonur okkara, og at hann er føddur blindur.

2
Jóhannes 9:21 Jóhannes

Men hvussu tað hevur gingið til, at hann sær nú, vita vit ikki, ei heldur, hvør ið hevur latið upp eygu hansara. Spyrjið hann – hann er nóg gamal, hann má sjálvur svara fyri seg!“

2
Jóhannes 9:22 Jóhannes

– Hetta søgdu foreldur hansara, tí tey óttaðust Jødarnar; tí Jødarnir vóru longu komnir ásamt um, at ein og hvør, ið játtaði Hann sum Kristus, skuldi verða koyrdur úr sýnagoguni.

2
Jóhannes 9:23 Jóhannes

Tí søgdu foreldur hansara: „Hann er nóg gamal, spyrjið hann sjálvan!“

2
Jóhannes 9:24 Jóhannes

Teir sendu nú aðru ferð boð eftir manninum, ið blindur hevði verið, og søgdu við hann: „Gev Gudi dýrdina! Vit vita, at hesin maður er syndari!“

2
Jóhannes 9:25 Jóhannes

Hann svaraði: „Um Hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, síggi nú!“

2
Jóhannes 9:26 Jóhannes

Teir søgdu nú aftur við hann: „Hvat gjørdi Hann við teg? Hvussu læt Hann upp eygu tíni?“

2
Jóhannes 9:27 Jóhannes

Hann svaraði teimum: „Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir! Hví vilja tit hoyra tað uppaftur? Ætla tit við at verða lærisveinar Hansara?“

2
Jóhannes 9:28 Jóhannes

Tá skeldaðu teir hann og søgdu: „Tú ert lærisveinur Hansara! Vit eru lærisveinar Mósesar.

2
Jóhannes 9:29 Jóhannes

Við Móses hevur Gud talað, tað vita vit, men hesin – hvaðani Hann er, vita vit ikki.“

2
Jóhannes 9:30 Jóhannes

Maðurin svaraði teimum: „Tað er tó løgið, at tit ikki vita, hvaðani Hann er – og Hann hevur latið upp eygu míni!

2
Jóhannes 9:31 Jóhannes

Vit vita, at Gud hoyrir ikki syndarar; men óttast onkur Hann og ger vilja Hansara – hann hoyrir Hann.

2
Jóhannes 9:32 Jóhannes

Tað er óhoyrt, so leingi heimurin hevur staðið, at nakar hevur latið upp eygu eins, ið var føddur blindur.

2
Jóhannes 9:33 Jóhannes

Var hesin ikki frá Gudi, kundi Hann einki gjørt.“

2
Jóhannes 9:34 Jóhannes

Teir svaraðu honum: „Tú, sum ert føddur í synd, allur sum tú ert, tú ætlar at læra okkum!“ Og teir róku hann út.

2
Jóhannes 9:35 Jóhannes

Jesus fekk at frætta, at teir høvdu rikið hann út, og táið Hann hitti hann, segði Hann við hann: „Trýrt tú á Son Guds?“

2
Jóhannes 9:36 Jóhannes

Hann svaraði: „Hvør er Hann, Harri – so eg fái trúð á Hann?“

2
Jóhannes 9:37 Jóhannes

Jesus segði við hann: „Tú hevur sæð Hann; tað er Hann, sum talar við teg!“

2
Jóhannes 9:38 Jóhannes

Tá segði hann: „Eg trúgvi, Harri!“ og fall niður fyri Honum.

2
Jóhannes 9:39 Jóhannes

Jesus segði: „Til dóm eri Eg komin í henda heim, fyri at tey, sum ikki síggja, skulu fáa sjón, og tey, sum síggja, skulu verða blind.“

2
Jóhannes 9:40 Jóhannes

Nakrir av Farisearunum, sum hjá Honum vóru, hoyrdu hetta, og teir søgdu við Hann: „Vit eru kanska blindir við!“

2
Jóhannes 9:41 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Vóru tit blindir, høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: „Vit síggja!“ – Tí verður synd tykkara verandi.“

2
Ápostlasøgan 26:18 Ápostlasøgan

at lata upp eygu teirra, so tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg.“

2
Efesusbrævið 1:18 Efesusbrævið

og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,

2
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

2