Svøvn
14 versir um "Svøvn"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 4:8 Sálmarnir
Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð –
Sálmarnir 127:2 Sálmarnir
Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur!
Orðtøkini 3:24 Orðtøkini
Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur.
Orðtøkini 20:13 Orðtøkini
Elska ikki svøvn, tí so verður tú fátækur! Lat eyguni upp, so fært tú nóg mikið av breyði at eta.
Sálmarnir 3:5 Sálmarnir
Eg rópi hart til HARRAN, og Hann svarar mær av heilaga fjalli Sínum. – Sela.
Sálmarnir 121:3 Sálmarnir
Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!
Sálmarnir 121:4 Sálmarnir
Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!
Orðtøkini 6:9 Orðtøkini
Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
Prædikarin 5:12 Prædikarin
Syndarligan stand havi eg sæð undir sólini: Ríkdóm, ið ánarin hevur spart saman, sær sjálvum til vanlukku!
Matteus 8:24 Matteus
Og harður stormur varð á vatninum, so báturin fjaldist av aldunum; men Hann svav.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Matteus 11:29 Matteus
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Matteus 11:30 Matteus
Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!