svørt fólk

141 versir um "svørt fólk"

Versir

Síða 2 av 3
Jeremias 39:11 Jeremias

Men um Jeremias gav Nebukadnezar kongur í Bábel Nebuzaradan lívvaktarhøvdinga hetta boð:

3
Jeremias 39:12 Jeremias

„Tak hann og síggj honum til góða, ger honum einki ilt, nei, ger við hann, soleiðis sum hann sjálvur sigur við teg!“

3
Jeremias 39:13 Jeremias

Tá sendu teir – Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, Nebusazban hægsti hirðmaðurin, Nergal-Sarezer, hægsti vísmaðurin, og allir hinir stórmenn bábelskongs –

3
Jeremias 39:14 Jeremias

teir sendu boð og tóku Jeremias úr vaktargarðinum, og teir lótu hann upp í hendur Gedalja, sonar Ahikams, sonar Safans, sum so skuldi taka hann við sær heim; soleiðis varð hann tá verandi har millum fólkið.

3
Jeremias 39:15 Jeremias

Til Jeremias var orð HARRANS komið, meðan hann sat fastur í vaktargarðinum; Hann hevði sagt:

3
Jeremias 39:16 Jeremias

Far og sig við Ebed-Melek Etiopara: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg lati orð Míni koma yvir henda bý – til vanlukku og ikki til gott – tey skulu fyri eygum tínum ganga út tann dag.

3
Jeremias 39:17 Jeremias

Men tann dag skal Eg bjarga tær – sigur HARRIN; tú skalt ikki verða givin í hendur teirra manna, ið tú ræðist;

3
Jeremias 39:18 Jeremias

nei, Eg skal lata teg komast undan; tú skalt ikki falla fyri svørði, men fáa lív títt sum lut – aftur fyri at tú hevur litið á Meg! – sigur HARRIN.

3
Amos 9:7 Amos

Eru tit Mær ikki sum Etioparar, tit Ísraelsmenn! – sigur HARRIN; havi Eg ikki leitt Ísrael út av Egyptalandi, Filistarar úr Kaftor og Áramearar úr Kir!

3
Ápostlasøgan 10:34 Ápostlasøgan

Tá læt Pætur upp munnin og segði: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun,

3
Fyrsta Mósebók 9:25 Fyrsta Mósebók

Tá segði hann: „Bannaður veri Kána’an! Trælur træla skal hann vera hjá brøðrum sínum!“

2
Fyrsta Mósebók 10:1 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa, Sems, Kams og Jafets. Teir fingu synir eftir vatnflóðina.

2
Fyrsta Mósebók 10:2 Fyrsta Mósebók

Synir Jafet vóru Gomer, Magog, Madai, Javan, Tubal, Mesek og Tiras.

2
Fyrsta Mósebók 10:3 Fyrsta Mósebók

Synir Gomer vóru Askenaz, Rifat og Togarma.

2
Fyrsta Mósebók 10:4 Fyrsta Mósebók

Synir Javan vóru Elisa og Tarsis, og Kittar og Rodanitar.

2
Fyrsta Mósebók 10:5 Fyrsta Mósebók

Frá teimum eru teir ættaðir, sum búgva á heidningastrondunum. – Hetta vóru synir Jafet í londum teirra, hvør við sínum tungumáli, eftir ættum teirra, í fólkasløgum teirra.

2
Fyrsta Mósebók 10:6 Fyrsta Mósebók

Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána’an.

2
Fyrsta Mósebók 10:7 Fyrsta Mósebók

Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan.

2
Fyrsta Mósebók 10:8 Fyrsta Mósebók

Kus fekk son, Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk stórt veldi á jørðini.

2
Fyrsta Mósebók 10:9 Fyrsta Mósebók

Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: „Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.“

2
Fyrsta Mósebók 10:10 Fyrsta Mósebók

Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi.

2
Fyrsta Mósebók 10:11 Fyrsta Mósebók

Úr hesum landi fór hann til Assur og bygdi Nineve, Rehobot-Ir og Kala,

2
Fyrsta Mósebók 10:12 Fyrsta Mósebók

og Resen millum Nineve og Kala – tað er hin stóri staðurin.

2
Fyrsta Mósebók 10:13 Fyrsta Mósebók

Mizrajim var ættarfaðir at Ludum, Anamum, Lehabum, Naftuum,

2
Fyrsta Mósebók 10:14 Fyrsta Mósebók

Patrusum, Kasluum – sum Filistarar eru ættaðir frá – og Kaftorum.

2
Fyrsta Mósebók 10:15 Fyrsta Mósebók

Kána’an var faðir at Zidon – sum var hin frumborni hansara – og æt Het;

2
Fyrsta Mósebók 10:16 Fyrsta Mósebók

frá honum eru eisini ættaðir: Jebusitar, Amoritar, Girgasitar,

2
Fyrsta Mósebók 10:17 Fyrsta Mósebók

Hevitar, Arkitar, Sinitar,

2
Fyrsta Mósebók 10:18 Fyrsta Mósebók

Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar; seinni breiddu ættir Kána’anita seg longur,

2
Fyrsta Mósebók 10:19 Fyrsta Mósebók

so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.

2
Fyrsta Mósebók 10:20 Fyrsta Mósebók

– Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.

2
Fyrsta Mósebók 10:21 Fyrsta Mósebók

Eisini Sem fekk synir; hann var ættarfaðir at øllum sonum Eber og var elsti bróðir Jafet.

2
Fyrsta Mósebók 10:22 Fyrsta Mósebók

Synir Sem vóru Elam, Assur, Arpaksad, Lud og Áram.

2
Fyrsta Mósebók 10:23 Fyrsta Mósebók

Synir Áram vóru Uz, Hul, Geter og Mas.

2
Fyrsta Mósebók 10:24 Fyrsta Mósebók

Arpaksad fekk son, Sala, og Sala fekk son, Eber.

2
Fyrsta Mósebók 10:25 Fyrsta Mósebók

Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg; tí á døgum hansara spjaddist menniskjan um jørðina; bróðir hansara æt Joktan.

2
Fyrsta Mósebók 10:26 Fyrsta Mósebók

Joktan var faðir at Almodad, Salef, Hazarmavet, Jara,

2
Fyrsta Mósebók 10:27 Fyrsta Mósebók

Hadoram, Uzal, Dikla,

2
Fyrsta Mósebók 10:28 Fyrsta Mósebók

Obal, Abimael, Sjeba,

2
Fyrsta Mósebók 10:29 Fyrsta Mósebók

Ofir, Havila og Jobab. Allir hesir vóru synir Joktan.

2
Fyrsta Mósebók 10:30 Fyrsta Mósebók

Bústaðir teirra vóru úr Mesa fram ímóti Sefar, fjøllunum í eystri.

2
Fyrsta Mósebók 10:31 Fyrsta Mósebók

– Hetta vóru synir Sem, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.

2
Fyrsta Mósebók 10:32 Fyrsta Mósebók

– Hetta vóru ættirnar hjá sonum Nóa, eftir ættarbókum teirra, í fólkasløgum teirra; frá teimum hava fólkini breitt seg út um jørðina eftir vatnflóðina.

2
Fimta Mósebók 23:2 Fimta Mósebók

Eingin, sum er føddur í hori, má vera í samkomu HARRANS – nei, ikki í tíggjunda liði mugu eftirkomarar hansara vera í samkomu HARRANS!

2
Sálmarnir 68:31 Sálmarnir

Hótt at dýrinum í sevinum, at tarvaflokkinum við kálvunum – fólkunum – so tey eyðmjúkt kasta seg niður fyri Tær við silvurstykkjum! – Hann spjaðir fólkini, ið hava hug til stríð.

2
Hásongurin 5:11 Hásongurin

Høvd hansara er sum fínasta gull, lokkar hansara eru sum pálmagreinar, svartir sum ravnurin.

2
Jeremias 27:6 Jeremias

Nú havi Eg givið øll hesi lond í hond Nebukadnezars kongs í Bábel, tænara Míns; eisini dýrini á markini havi Eg givið honum, so tey skulu tæna honum.

2
Zakarias 6:6 Zakarias

Vagnurin við hinum svørtu hestunum fyri fer til Norðurlandið; hinir hvítu fara aftan á teimum, og hinir flekkutu fara til Suðurlandið.“

2
Ápostlasøgan 8:1 Ápostlasøgan

Saul samtykti í, at hann varð dripin. Og sama dag brast á hørð atsókn móti samkomuni í Jerusalem; tey vórðu øll spjadd um Judea- og Samarialand, øll uttan ápostlarnir.

2
Ápostlasøgan 8:2 Ápostlasøgan

Men nakrir menn, ið óttaðust Gud, jarðaðu Stefanus og hildu mikið sorgarljóð yvir honum.

2