svørt fólk

141 versir um "svørt fólk"

Versir

Síða 1 av 3
Fjórða Mósebók 12:1 Fjórða Mósebók

Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu – tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu.

6
Lukas 23:26 Lukas

Táið teir so fóru avstað við Honum, løgdu teir hendur á ein mann, ið æt Símun, úr Kýrene; hann kom av markini. Teir løgdu krossin á hann, fyri at hann skuldi bera hann aftan á Jesusi.

6
Hásongurin 1:5 Hásongurin

Svørt eri eg, men yndislig kortini, tit døtur Jerusalems, sum tjøld Kedars, sum tjaldteppi Sálomos.

5
Jeremias 13:23 Jeremias

Man Etiopari fáa broytt húð sína, leopardur flekkir sínar! So kunnu eisini tit gera gott, tit, sum hava vant tykkum at gera ilt!

5
Ápostlasøgan 13:1 Ápostlasøgan

Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.

5
Rómverjabrævið 2:11 Rómverjabrævið

Tí hjá Gudi er ikki mannamunur;

5
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók

So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“

4
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

4
Hásongurin 1:6 Hásongurin

Hyggið ikki at mær, fyri tað at eg eri so svørt, fyri tað at eg eri so brend av sólini! Synir móður mínar vórðu illir við meg, teir settu meg at røkta víngarðarnar, mín egna víngarð havi eg ikki røktað.

4
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan

Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,

4
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

4
Job 30:30 Job

Húð mín er svørt og fellur av; bein míni eru brend av hita.

3
Jeremias 38:1 Jeremias

Men Sefatja, sonur Mattan, Gedalja, sonur Pashur, Jukal, sonur Selemja, og Pashur, sonur Malkia, hoyrdu, hvussu Jeremias talaði til alt fólkið og segði:

3
Jeremias 38:2 Jeremias

„So sigur HARRIN: Tann, ið verður verandi í hesum býi, skal doyggja fyri svørði, av hungri og av pest; men tann, ið fer út til Kaldearar, skal liva – hann skal vinna lív sítt sum lut og liva.

3
Jeremias 38:3 Jeremias

So sigur HARRIN: Vissuliga skal hesin býur verða givin heri bábelskongs í hendur, og hann skal taka hann.“

3
Jeremias 38:4 Jeremias

Tá søgdu høvdingarnir við kongin: „Lat drepa henda mann! Hann tekur jú mótið frá hermonnunum, sum eftir eru í hesum býi, og frá øllum fólkinum, við at siga slíkt við teir! Hesin maður roynir jú ikki at hjálpa hesum fólki, men at skaða tað!“

3
Jeremias 38:5 Jeremias

Zedekias kongur svaraði: „Nú – hann er í hondum tykkara! Kongurin er jú einki mentur móti tykkum.“

3
Jeremias 38:6 Jeremias

Teir tóku nú Jeremias og kastaðu hann í brunn Malkia kongasonar; hann var í vaktargarðinum. Teir sígdu Jeremias niður við togum. Í brunninum var ikki vatn, bert móra, og Jeremias sakk niður í móruna.

3
Jeremias 38:7 Jeremias

Men táið Ebed-Melek Etiopari, ein geldingur, sum var í kongshøllini, frætti, at teir høvdu kastað Jeremias í brunnin – kongurin sat tá í Benjaminsportri –

3
Jeremias 38:8 Jeremias

fór Ebed-Melek avstað úr kongshøllini og segði so við kongin:

3
Jeremias 38:9 Jeremias

„Harri kongurin! Hesir menn hava gjørt illa í øllum, sum teir hava gjørt við Jeremias profet, sum teir hava kastað í brunnin! Hann doyr av hungri, har hann er, tí einki breyð er eftir í býnum.“

3
Jeremias 38:10 Jeremias

Tá gav kongurin Ebed-Melek Etiopara hetta boð: „Tak 30 menn við tær hiðani, og drag Jeremias profet upp úr brunninum, áðrenn hann doyr!“

3
Jeremias 38:11 Jeremias

Ebed-Melek tók tá menninar við sær; so fór hann inn í kongshøllina, oman í kjallaran undir skattkamarinum, og tók haðani spjarrar av skræddum og útslitnum klæðum; tær sígdi hann við togum niður í brunnin til Jeremias.

3
Jeremias 38:12 Jeremias

Og Ebed-Melek Etiopari segði við Jeremias: „Hav spjarrarnar av skræddum og útslitnum klæðum undir hondunum, undir togunum!“ Jeremias so gjørdi.

3
Jeremias 38:13 Jeremias

So drógu teir Jeremias upp við togunum og fingu hann upp úr brunninum; og Jeremias varð verandi í vaktargarðinum.

3
Jeremias 38:14 Jeremias

Zedekias kongur sendi nú boð og hevði Jeremias profet til sín við triðju dyr á húsi HARRANS. Kongurin segði við hann: „Eg fari at spyrja teg eitt – dyl einki fyri mær!“

3
Jeremias 38:15 Jeremias

Jeremias svaraði Zedekiasi: „Og sigi eg tær tað – letur tú meg tá ikki drepa? Og um eg so leggi tær ráð, lurtar tú ikki eftir mær!“

3
Jeremias 38:16 Jeremias

Tá svór Zedekias kongur Jeremiasi eið í loyndum og segði: „So satt sum HARRIN livir, Hann, ið hevur skapt sál okkara: Eg skal ikki lata teg drepa og ei heldur geva teg í hendurnar á hesum monnum, ið liggja tær eftir lívinum!“

3
Jeremias 38:17 Jeremias

Nú segði Jeremias við Zedekias: „So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Gevur tú teg upp til høvdingar bábelskongs, so skalt tú bjarga lívinum, hesin býur skal ikki verða avbrendur, og tú skalt sleppa at liva, tú og hús títt.

3
Jeremias 38:18 Jeremias

Men gevur tú teg ikki upp til høvdingar bábelskongs, so skal hesin býur verða givin í hendur Kaldeara, og teir skulu brenna hann av, og tú skalt ikki komast undan hondum teirra.“

3
Jeremias 38:19 Jeremias

Men Zedekias kongur svaraði Jeremiasi: „Eg ræðist teir Jødarnar, sum hava lopist til Kaldearar, at eg skal verða givin upp í hendur teirra, og at teir fara at reka meg á spott.“

3
Jeremias 38:20 Jeremias

Jeremias segði: „Tú skalt ikki verða givin upp í hendur teirra! Lurta bert eftir orði HARRANS, ið eg tali til tín, so skal tær gangast væl, og tú skalt sleppa at liva!

3
Jeremias 38:21 Jeremias

Men bert tú teg undan at geva teg upp, tá er hetta tað, ið HARRIN hevur opinberað mær:

3
Jeremias 38:22 Jeremias

Allar kvinnurnar, sum eftir eru í høll judakongs, skulu verða leiddar út til høvdingar bábelskongs. Og tær skulu siga við teg: „Vinir tínir hava lokkað teg og fingið vald á tær; táið so føtur tínir smokkaðu niður í blotan, rýmdu teir.“

3
Jeremias 38:23 Jeremias

Allar konur tínar og øll børn tíni skulu verða leidd út til Kaldearar, og tú skalt ikki komast undan hondum teirra, nei, tú skalt verða tikin og givin í hendur bábelskongs, og tú skalt volda, at hesin býur verður avbrendur!“

3
Jeremias 38:24 Jeremias

Tá segði Zedekias við Jeremias: „Eingin má vita um hetta, ið vit hava tosað saman – annars skalt tú doyggja!

3
Jeremias 38:25 Jeremias

Um nú høvdingarnir, táið teir frætta, at eg havi tosað við teg, koma til tín og siga: „Lat okkum vita, hvat tú hevur sagt við kong – dyl tað ikki fyri okkum, annars drepa vit teg! Hvat segði kongur við teg?“

3
Jeremias 38:26 Jeremias

– so skalt tú svara teimum: „Eg bar fram eyðmjúku bøn mína fyri ásjón kongs; eg bað hann um ikki at lata teir fara við mær aftur í hús Jónatans, til at doyggja har.““

3
Jeremias 38:27 Jeremias

Táið so allir høvdingarnir komu til Jeremias og spurdu hann, svaraði hann teimum, á allan hátt sum kongurin hevði givið honum boð um. So tagdu teir og góvu honum frið, við tað at hetta var ikki komið út.

3
Jeremias 38:28 Jeremias

Jeremias varð verandi í vaktargarðinum, líka til tann dag Jerusalem varð tikið.

3
Jeremias 39:1 Jeremias

Táið Jerusalem var tikið – níggjunda árið ið Zedekias judakongur sat við stýrið, í tíggjunda mánaði, komu Nebukadnezar bábelskongur og allur herur hansara til Jerusalem og kringsettu býin,

3
Jeremias 39:2 Jeremias

og ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið, tann níggjunda í fjórða mánaði, brutu teir inn í býin –

3
Jeremias 39:3 Jeremias

tá komu allir stórmenn bábelskongs inn og settust í Miðportur: Nergal-Sarezer, Samgar-Nebu, Sarsekim, hægsti hirðmaðurin, Nergal-Sarezer, hægsti vísmaðurin, og allir hinir stórmenn bábelskongs.

3
Jeremias 39:4 Jeremias

Men táið Zedekias judakongur og allir hermenninir sóu teir, flýddu teir á náttartíð úr býnum, eftir vegnum til urtagarð kongsins, gjøgnum portrið millum báðar múrarnar; og kongurin tók leiðina til slættlendið.

3
Jeremias 39:5 Jeremias

Men Kaldearaherurin helt eftir teimum og fekk Zedekias aftur á Jerikoslætta, og teir tóku hann og fóru við honum til Ribla í Hamatslandi, til Nebukadnezar bábelskong; og hann feldi dóm yvir hann.

3
Jeremias 39:6 Jeremias

Bábelskongur læt í Ribla synir Zedekias drepa fyri eygum hansara; eisini allar stórmenninar í Juda læt bábelskongur drepa.

3
Jeremias 39:7 Jeremias

Síðani læt hann Zedekias blinda, og hann læt hann binda við tveimum koparleinkjum til at fara til Bábel við honum.

3
Jeremias 39:8 Jeremias

Kongshøllina og hús fólksins brendu Kaldearar av, og múrar Jerusalems rivu teir niður.

3
Jeremias 39:9 Jeremias

Og leivdina av fólkinum, tey, ið eftir vóru í býnum, og svíkjararnar, sum lopist høvdu yvir til hansara, – og tað, ið annars var eftir av fólkinum – herleiddi Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi til Bábel.

3
Jeremias 39:10 Jeremias

Bert nøkur av almúguni, sum einki áttu, læt Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi verða eftir í Judalandi, og gav teimum samstundis víngarðar og akrar.

3