svikari

32 versir um "svikari"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 6:27 Lukas

Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,

8
Lukas 6:28 Lukas

signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út!

8
Lukas 6:29 Lukas

Táið ein slær teg undir annan vangan, so rætt honum hin við, og táið ein tekur kappan frá tær, so sýt honum heldur ikki kyrtilin!

8
Lukas 6:30 Lukas

Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!

8
Lukas 6:31 Lukas

Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.

8
Lukas 6:32 Lukas

Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir.

8
Lukas 6:33 Lukas

Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama.

8
Lukas 6:34 Lukas

Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.

8
Lukas 6:35 Lukas

Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.

8
Lukas 6:36 Lukas

Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!

8
Lukas 6:37 Lukas

Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!

8
Lukas 6:38 Lukas

Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“

8
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið

Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.

5
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

5
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

5
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

5
Orðtøkini 12:19 Orðtøkini

Sannorðað vørr verður standandi í allar ævir, men lygitunga bert eina løtu.

3
Orðtøkini 12:20 Orðtøkini

Tey, sum smíða ilt, hava svik í hjartanum, men tey, sum fáa frið í lag, hava gleði.

3
Ápostlasøgan 20:29 Ápostlasøgan

Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum.

3
Ápostlasøgan 20:30 Ápostlasøgan

Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørgt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær.

3
Ápostlasøgan 20:31 Ápostlasøgan

Vakið tí, og minnist til, at í trý ár havi eg ikki givið uppat, nátt og dag at áminna ein og hvønn við tárum!

3
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið

– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.

3
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,

2
Jeremias 5:26 Jeremias

Tí millum fólk Mítt finnast gudleys; tey leggja seg á lúr, húka eins og fuglamenn; tey seta snerrur og veiða menniskju.

2
Jeremias 5:27 Jeremias

Sum búr er fult av fuglum, eru hús teirra full av sviki – tí eru tey vorðin stór og rík!

2
Jeremias 5:28 Jeremias

Tey eru vorðin feit, tey glinsa; tey eru so full av illum, at útav rennur. Teir døma í ongari søk – ikki í søk hins faðirleysa, so teir fremja hana; og hinum fátæku hjálpa teir ikki at fáa rætt.

2
Jeremias 5:29 Jeremias

Skuldi Eg ikki straffað slíkt! – sigur HARRIN – skuldi sál Mín ikki hevnt seg á tjóð sum hesa!

2
Matteus 24:10 Matteus

Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.

2
Matteus 24:11 Matteus

Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.

2
Jóhannes 14:25 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum;

2
Jóhannes 14:26 Jóhannes

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.

2