svik og snildir
26 versir um "svik og snildir"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Fyrsta Mósebók 3:1 Fyrsta Mósebók
Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: „Hevur nú Gud sagt: „Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av“?“
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Hoseas 4:6 Hoseas
Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg – tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni.
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Orðtøkini 26:18 Orðtøkini
Sum óður maður, ið skjýtur við brennandi pílum – drepandi skot –
Orðtøkini 26:19 Orðtøkini
er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: „Eg narrist jú bert!“
Matteus 24:24 Matteus
Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verið villleidd – hevði tað verið møguligt.
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið
Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt kemur – og hann er longu nú í heiminum.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“