svik
110 versir um "svik"
Versir
Síða 1 av 3Orðtøkini 19:5 Orðtøkini
Falskt vitni skal ikki verða óstraffað, og tann, ið talar lygn, skal ikki komast undan.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Orðtøkini 20:17 Orðtøkini
Breyð, vunnið við sviki, smakkar søtt í munninum, men aftaná fyllist muðurin av smásteinum.
Lukas 16:10 Lukas
Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.
Lukas 16:11 Lukas
Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!
Lukas 16:12 Lukas
Og hava tit ikki verið trúgvir í tí, sum onnur eiga, hvør fer tá at geva tykkum sjálvum nakað at eiga!
Lukas 16:13 Lukas
Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Orðtøkini 10:2 Orðtøkini
Skattir gudloysis bata einki, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
Orðtøkini 13:11 Orðtøkini
Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt.
Mika 2:1 Mika
Vei teimum, ið hugsa upp órætt og hava ilt í huga, meðan teir liggja á legu síni, og so, av tí at teir hava makt til tað, seta tað í verk, við tað sama sum lýsir av degi!
Mika 2:2 Mika
Teir tráa eftir økrum – og ræna teir; teir tráa eftir húsum – og taka tey; teir gera yvirgangsverk móti manninum og húsi hansara, móti bóndanum og óðali hansara.
Mika 2:3 Mika
Tí sigur HARRIN so: Eg upphugsi ilt móti hesi ætt, vanlukkur, ið tit ikki skulu fáa rist av hálsi tykkara; og tit skulu ikki ganga so stoltir, tí tað verður ónd tíð.
Mika 2:4 Mika
Tann dag skal táttur verða kvøðin um tykkum, og sorgarsongur sungin; sagt skal verða: „Tað er yvirstaðið – okkum býður ikki bøtur; arvalut fólks míns skiftir Hann nú út til aðrar – hygg, hvussu Hann tekur hann frá mær! Til fráfalnar býtir Hann út akrar okkara!“
Mika 2:5 Mika
Tí skalt tú ongan hava, sum strekkir út málisnøri yvir lut í samkomu HARRANS.
Mika 2:6 Mika
„Prædikið ikki!“ – so prædika teir; „tit mugu ikki prædika um slíkt – máti skal tó vera við háðorðum!“
Mika 2:7 Mika
Hvat er tað, tú sigur, hús Jákups! Er HARRIN tá skjótur at ilskast! Hava gerðir Hansara víst nakað slíkt! Eru ikki orð Míni honum mild, ið ber seg rætt at!
Mika 2:8 Mika
Men tað er einki nýtt, at fólk Mítt hevur reist seg sum fíggindi Mín; tit skræða kappan uttan av kyrtli friðarfólks, sum kemur gangandi og einki ilt varir.
Mika 2:9 Mika
Kvinnur fólks Míns reka tit út úr húsunum, sum vóru gleði teirra; frá smábørnum teirra taka tit við alla prýðið, ið Eg hevði givið teimum.
Mika 2:10 Mika
Avstað, og burt við tykkum! Her er eingin hvíldarstaður fyri tykkum – tað ger óreinska tykkara, sum voldir undirgang, og tað ógrøðandi undirgang!
Mika 2:11 Mika
Kom ein við tómum orðum og sviki og lygn og segði: „Eg skal prædika fyri tær um vín og sterkan drykk“ – hann hevði hóskað til at prædika fyri hesum fólki!
Mika 2:12 Mika
Eg skal savna teg, Jákup, savna tykkum, so mong sum tit eru; sanka saman skal Eg tað, sum eftir er av Ísrael; Eg skal reka tey saman sum seyð í rætt, sum fylgi á haga sín, so har skal verða gangur av fólki.
Mika 2:13 Mika
Slóðbrótarin gongur undan teimum; teir bróta seg ígjøgnum, ganga inn um portrið og fara út um tað; kongur teirra fer fyri teimum, og HARRIN er á odda hjá teimum.
Mika 3:1 Mika
Eg segði: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og tit dómarar Ísraels hús! Hoyrir tað ikki tykkum til at vita, hvat rætt er!
Mika 3:2 Mika
– tit, ið hata hitt góða og elska hitt illa, tit, ið ála skinnið av fólki og kjøtið av beinum teirra,
Mika 3:3 Mika
tit, ið eta kjøtið av fólki Mínum, ála skinnið av teimum, sora beinini sundur í teimum og stykkja tey sundur eins og í pott, sum kjøt á pannu.
Mika 3:4 Mika
– Einaferð skulu tey rópa til HARRAN, men Hann skal ikki svara teimum; Hann skal fjala ásjón Sína fyri teimum tá – aftur fyri ringa atburð teirra.
Mika 3:5 Mika
So sigur HARRIN um profetarnar, ið leiða fólk Mítt av vegnum, sum rópa um frið, bert teir fáa okkurt at tyggja, men sum boða heilagan bardaga móti tí, sum einki gevur teimum í munnin
Mika 3:6 Mika
– afturfyri skal nátt verða hjá tykkum, so tit ongar sjónir síggja, myrkur við ongum spádómi; sólin skal ganga undir hjá profetunum, dagurin skal sortna hjá teimum.
Mika 3:7 Mika
Síggjararnir skulu verða til skammar, og spámenninir skulu standa snópnir; teir skulu fjala skeggið, allir samlir – tí einki svar kemur frá Gudi.
Mika 3:8 Mika
Men eg, eg eri við Anda HARRANS fullur av kraft, fullur av rætti og styrki – til at vitna fyri Jákupi um misbrot hansara, fyri Ísrael um synd hansara.
Mika 3:9 Mika
Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups hús og tit dómarar Ísraels hús, tit, ið skýggja rætt og gera bogið alt tað, sum beint er,
Mika 3:10 Mika
tit, ið byggja Zion við blóði og Jerusalem við órætti!
Mika 3:11 Mika
– Høvdingar tess* døma fyri gávu, prestar tess læra fyri løn, og profetar tess spáa fyri pening – og so kortini líta teir á HARRAN og siga: „Er ikki HARRIN mitt ímillum okkara! Eingin vanlukka kemur á okkum!“
Mika 3:12 Mika
Tí skal – fyri tykkara skuld – Zion verða pløgt sum akur, Jerusalem verða til eyrdungar, og tempulfjallið til skóghæddir.
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Sálmarnir 41:9 Sálmarnir
„Óbótalig vanlukka hevur rakt hann – hann liggur har, kemur aldri upp aftur!“
Matteus 24:10 Matteus
Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.
Triðja Mósebók 19:11 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki stjala. Tit mugu ikki lúgva. Tit mugu ikki svíkja hvør annan.
Orðtøkini 11:1 Orðtøkini
Skeiv vekt er HARRANUM andstygd, men fulla vekt líkar Honum væl.
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.