svartur gandur
24 versir um "svartur gandur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 22:18 Onnur Mósebók
Gandakelling skalt tú ikki lata liva.
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fimta Mósebók 18:13 Fimta Mósebók
Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
Fimta Mósebók 18:14 Fimta Mósebók
Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Triðja Mósebók 19:26 Triðja Mósebók
Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók
Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““
Esaias 54:17 Esaias
Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.
Mika 5:12 Mika
Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.
Matteus 21:22 Matteus
Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“
Lukas 10:17 Lukas
Hinir 70 komu glaðir aftur og søgdu: „Harri! Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!“
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.
Hebrearabrævið 13:9 Hebrearabrævið
Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum! Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, ikki við mati – sum ongan bata hevur verið teimum til, sum fingust við hann!
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.