svarta fólkaslagið
94 versir um "svarta fólkaslagið"
Versir
Síða 1 av 2Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.
Fyrsta Mósebók 9:1 Fyrsta Mósebók
Gud signaði nú Nóa og synir hansara og segði við teir: „Nørist, vaksið í tali, og fyllið jørðina!
Fyrsta Mósebók 9:2 Fyrsta Mósebók
Ótti fyri tykkum og ræðsla fyri tykkum skal vera á øllum dýrum á jørðini, á øllum fuglum undir himli, á øllum, ið á jørðini rørist, og á øllum fiskunum í sjónum – í hond tykkara er tað givið.
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók
Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
Fyrsta Mósebók 9:4 Fyrsta Mósebók
Tó – kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.
Fyrsta Mósebók 9:5 Fyrsta Mósebók
Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók
Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.
Fyrsta Mósebók 9:7 Fyrsta Mósebók
Nørist tit og vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar yvir henni!“
Fyrsta Mósebók 9:8 Fyrsta Mósebók
Síðani segði Gud við Nóa og synir hansara:
Fyrsta Mósebók 9:9 Fyrsta Mósebók
„Nú geri Eg sáttmála Mín við tykkum og við eftirkomarar tykkara
Fyrsta Mósebók 9:10 Fyrsta Mósebók
og við hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er, fuglarnar, fæið og øll tey villu dýrini, ið hjá tykkum eru, alt tað, ið fór út úr ørkini, øll dýr á jørðini.
Fyrsta Mósebók 9:11 Fyrsta Mósebók
Eg geri sáttmála Mín við tykkum og lovi, at aldri aftur skal alt hold verða týnt við vatnflóð; aldri aftur skal ein vatnflóð koma, sum forkemur jørðini.“
Fyrsta Mósebók 9:12 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Hetta er tekinið upp á sáttmálan, ið Eg til ævigar tíðir geri millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er:
Fyrsta Mósebók 9:13 Fyrsta Mósebók
Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin upp á sáttmálan millum Meg og jørðina.
Fyrsta Mósebók 9:14 Fyrsta Mósebók
Táið Eg dragi skýggj yvir jørðina, og bogin so sæst í skýggjunum,
Fyrsta Mósebók 9:15 Fyrsta Mósebók
tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi, og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold.
Fyrsta Mósebók 9:16 Fyrsta Mósebók
Táið tá bogin stendur í skýggjunum, skal Eg hyggja á hann og minnast hin æviga sáttmála, ið er millum Gud og hvønn livandi skapning av øllum holdi á jørðini.“
Fyrsta Mósebók 9:17 Fyrsta Mósebók
So segði nú Gud við Nóa: „Hetta er sáttartekinið, ið Eg havi gjørt millum Meg og alt hold á jørðini.“
Fyrsta Mósebók 9:18 Fyrsta Mósebók
Synir Nóa, ið fóru út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jafet; Kam var faðir Kána’an.
Fyrsta Mósebók 9:19 Fyrsta Mósebók
Hesir tríggir vóru synir Nóa, og frá teimum breiddust menniskjuni út um alla jørðina.
Fyrsta Mósebók 9:20 Fyrsta Mósebók
Nóa dýrkaði jørðina; hann var hin fyrsti, ið plantaði víngarð.
Fyrsta Mósebók 9:21 Fyrsta Mósebók
Táið hann nú drakk av víninum, varð hann drukkin og lá nakin inni í tjaldi sínum.
Fyrsta Mósebók 9:22 Fyrsta Mósebók
Kam, faðir Kána’an, sá tá blygd faðirs síns og segði tað fyri báðum brøðrum sínum – teir vóru uttanfyri.
Fyrsta Mósebók 9:23 Fyrsta Mósebók
Men Sem og Jafet tóku kappan, løgdu hann á herðar sínar, gingu øvutir inn og løgdu við burturvendum andlitum aftur yvir blygd faðirs síns, so at teir sóu ikki skomm faðirs síns.
Fyrsta Mósebók 9:24 Fyrsta Mósebók
Táið nú rann av Nóa, og hann vaknaði, fekk hann at vita tað, ið yngsti sonur hansara hevði gjørt honum.
Fyrsta Mósebók 9:25 Fyrsta Mósebók
Tá segði hann: „Bannaður veri Kána’an! Trælur træla skal hann vera hjá brøðrum sínum!“
Fyrsta Mósebók 9:26 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði hann: „Lovaður veri HARRIN, Gud Sems – og Kána’an skal vera trælur teirra!
Fyrsta Mósebók 9:27 Fyrsta Mósebók
Gud geri tað rúmt fyri Jafet! Hann skal búgva í tjøldum Sems – og Kána’an skal vera trælur teirra!“
Fyrsta Mósebók 9:28 Fyrsta Mósebók
Nóa livdi 350 ár eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 9:29 Fyrsta Mósebók
Tíðin, ið Nóa livdi, var soleiðis í alt 950 ár; so doyði hann.
Fyrsta Mósebók 11:1 Fyrsta Mósebók
Øll jørðin hevði sama tungumál og tosaði líka.
Fyrsta Mósebók 11:2 Fyrsta Mósebók
Sum teir nú ferðaðust eystureftir, komu teir til dal í Sinearslandi og búsettust har.
Fyrsta Mósebók 11:3 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl!“ – Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.
Fyrsta Mósebók 11:4 Fyrsta Mósebók
So søgdu teir: „Komið, latið okkum byggja okkum bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals – latið okkum soleiðis gera okkum navn, so vit skulu ikki verða spjaddir um alla jørðina!“
Fyrsta Mósebók 11:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN kom niður at síggja býin og tornið, ið menniskjabørnini vóru farin at byggja;
Fyrsta Mósebók 11:6 Fyrsta Mósebók
og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!
Fyrsta Mósebók 11:7 Fyrsta Mósebók
Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!“
Fyrsta Mósebók 11:8 Fyrsta Mósebók
Soleiðis spjaddi HARRIN teir haðani út um alla jørðina, og teir góvu uppat at byggja býin.
Fyrsta Mósebók 11:9 Fyrsta Mósebók
Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina.
Fyrsta Mósebók 11:10 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Sems. Táið Sem var 100 ár, fekk hann sonin Arpaksad, 2 ár eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 11:11 Fyrsta Mósebók
Eftir at Sem hevði fingið Arpaksad, livdi hann 500 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:12 Fyrsta Mósebók
Táið Arpaksad var 35 ár, fekk hann Sala.
Fyrsta Mósebók 11:13 Fyrsta Mósebók
Eftir at Arpaksad hevði fingið Sala, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:14 Fyrsta Mósebók
Táið Sala var 30 ár, fekk hann Eber.
Fyrsta Mósebók 11:15 Fyrsta Mósebók
Eftir at Sala hevði fingið Eber, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:16 Fyrsta Mósebók
Táið Eber var 34 ár, fekk hann Peleg.
Fyrsta Mósebók 11:17 Fyrsta Mósebók
Eftir at Eber hevði fingið Peleg, livdi hann 430 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:18 Fyrsta Mósebók
Táið Peleg var 30 ár, fekk hann Re’u.