svangur
12 versir um "svangur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Jóhannes 6:35 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Sálmarnir 22:26 Sálmarnir
Frá Tær kemur lovsongur Mín í stórari samkomu; lyfti Míni skal Eg halda, fyri eygum teirra, ið óttast Hann.
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini
Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
Orðtøkini 25:21 Orðtøkini
Hungrar fíggindi tín, so gev honum at eta, tystir hann, so gev honum at drekka!
Esaias 58:10 Esaias
og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál – tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin.
Matteus 4:4 Matteus
Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““
Matteus 5:6 Matteus
Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.
Seinna Korintbrævið 6:4 Seinna Korintbrævið
Nei, í øllum prógva vit okkum sum tænarar Guds: Við miklum toli í trongdum, í neyð, í angist,
Seinna Korintbrævið 6:5 Seinna Korintbrævið
undir sløgum, í fangahúsum, í uppreistrum, í møði, í náttarvøku, í føstu,