surrogatmóðurleiki
25 versir um "surrogatmóðurleiki"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Fyrsta Mósebók 30:1 Fyrsta Mósebók
Táið Rakul sá, at hon og Jákup einki barn fingu, varð hon øvundsjúk á systur sína og segði við Jákup: „Lat meg fáa børn! Ella doyggi eg!“
Fyrsta Mósebók 30:2 Fyrsta Mósebók
Tá varð Jákup illur við Rakul og segði: „Heldur tú tá meg vera Gud! Tað er jú Hann, ið ikki vil geva tær lívsfrukt!“
Fyrsta Mósebók 30:3 Fyrsta Mósebók
So segði hon: „Hygg, har er trælkvinna mín, Bilha! Far inn til hennara, so hon kann eiga mær børn í fangið, og eg fáa avkom gjøgnum hana!“
Fyrsta Mósebók 30:4 Fyrsta Mósebók
Hon gav honum so trælkvinnu sína, Bilhu, til konu, og Jákup fór inn til hennara.
Fyrsta Mósebók 30:5 Fyrsta Mósebók
Bilha varð við barn og átti Jákupi son.
Fyrsta Mósebók 30:6 Fyrsta Mósebók
Tá segði Rakul: „Gud hevur hjálpt mær til rætt mín; Hann hevur hoyrt bøn mína og givið mær ein son!“ – Tí gav hon honum navnið Dan.
Fyrsta Mósebók 30:7 Fyrsta Mósebók
So varð Bilha, trælkvinnan hjá Rakul, uppaftur við barn og átti Jákupi ein son aftrat.
Fyrsta Mósebók 30:8 Fyrsta Mósebók
Tá segði Rakul: „Eg havi strítt stríð Guds við systur mína og vunnið!“ – Tí gav hon honum navnið Naftali.
Fyrsta Mósebók 30:9 Fyrsta Mósebók
Táið Lea nú sá, at hon var hildin uppat at fáa børn, tók hon trælkvinnu sína, Zilpu, og gav Jákupi hana til konu.
Fyrsta Mósebók 30:10 Fyrsta Mósebók
Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, átti Jákupi son.
Fyrsta Mósebók 30:11 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Til lukku!“ – Tí gav hon honum navnið Gad.
Fyrsta Mósebók 30:12 Fyrsta Mósebók
So átti Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, Jákupi ein son aftrat.
Fyrsta Mósebók 30:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Sum eydnan tó er við mær! Kvinnur fara at prísa eydnu míni!“ – Tí gav hon honum navnið Aser.
Fyrsta Mósebók 30:14 Fyrsta Mósebók
Ein dagin, meðan hveitin varð heystað, fór Ruben út á markina og fann har nøkur kærleiksepli, sum hann bar heim til Leu, móður sína. Tá segði Rakul við Leu: „Gev mær burtur av kærleikseplunum hjá syni tínum!“
Fyrsta Mósebók 30:15 Fyrsta Mósebók
Lea svaraði: „Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur tikið mann mín frá mær! Skalt tú nú eisini taka kærleikseplini hjá syni mínum?“ Men Rakul segði: „Hann kann sova hjá tær í nátt aftur fyri kærleikseplini hjá syni tínum.“
Fyrsta Mósebók 30:16 Fyrsta Mósebók
Táið so Jákup um kvøldið kom heim av markini, fór Lea ímóti honum og segði: „Tað er hjá mær, tú skalt vera í nátt; eg havi keypt teg fyri kærleikseplini hjá syni mínum!“ So lá hann hjá henni ta náttina.
Fyrsta Mósebók 30:17 Fyrsta Mósebók
Og Gud bønhoyrdi Leu; hon varð við barn og átti Jákupi fimta sonin.
Fyrsta Mósebók 30:18 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Gud hevur givið mær løn mína fyri tað, at eg læt mann mín fáa trælkvinnu mína!“ – Tí gav hon honum navnið Issakar.
Fyrsta Mósebók 30:19 Fyrsta Mósebók
So varð Lea aftur við barn og átti Jákupi sætta sonin.
Fyrsta Mósebók 30:20 Fyrsta Mósebók
Tá segði Lea: „Gud hevur givið mær góða gávu; nú fer maður mín at búgva hjá mær, við tað at eg havi átt honum seks synir.“ – Tí gav hon honum navnið Zebulon.
Fyrsta Mósebók 30:21 Fyrsta Mósebók
Seinni átti hon dóttur, sum hon gav navnið Dina.
Fyrsta Mósebók 30:22 Fyrsta Mósebók
Gud mintist nú Rakul; Gud bønhoyrdi hana og opnaði móðurlív hennara.
Fyrsta Mósebók 30:23 Fyrsta Mósebók
Hon varð við barn og átti son. Tá segði hon: „Gud hevur tikið burtur skomm mína!“
Fyrsta Mósebók 30:24 Fyrsta Mósebók
Hon gav honum tí navnið Jósef, tí hon segði: „HARRIN gevi mær ein son aftrat!“