Sundurgreining
21 versir um "Sundurgreining"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 12:25 Matteus
Men Jesus, sum visti, hvat teir hugsaðu, segði við teir: „Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur.
Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið
Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.
Judasarbrævið 1:19 Judasarbrævið
Hetta eru tey, sum skilja seg frá, náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.
Nehemias 13:23 Nehemias
Samtíðis sá eg eisini Jødarnar, ið høvdu tikið sær asdoditiskar, ammonitiskar og móabitiskar kvinnur til konur;
Nehemias 13:24 Nehemias
av børnum teirra tosaði helvtin asdoditiskt ella tungumálið hjá einum av hinum fólkunum – jødiskt dugdu tey ikki.
Nehemias 13:25 Nehemias
Tá setti eg at teimum og bannaði teimum, ja, summar av teimum sló og roytti eg; og eg læt teir svørja um Gud og segði: „Tit mugu ikki geva sonum teirra døtur tykkara, ei heldur taka sonum tykkara ella tykkum sjálvum døtur teirra til konur!
Nehemias 13:26 Nehemias
Var tað ikki í hesum, Sálomo ísraelskongur syndaði! Millum tey mongu fólk var eingin kongur sum hann; hann var elskaður av Gudi sínum, og Gud setti hann til kong yvir øllum Ísrael; men um tað so var hann, villleiddu hinar fremmandu kvinnurnar hann til synd!
Nehemias 13:27 Nehemias
Og nú skulu vit fáa at hoyra um tykkum, at tit hava gjørt alt hetta svára misbrot og verið Gudi okkara ótrúgvir við at taka fremmandar kvinnur til konur!“
Nehemias 13:28 Nehemias
Ein sonur Jójada, son Eljasib høvuðsprest, var dótturmaður Sanballat Horonit; eg rak hann tí burt frá mær.
Nehemias 13:29 Nehemias
Minst teimum tað, Gud mín, at teir hava vanært prestadømið og sáttmála prestadømisins og Levitanna!
Nehemias 13:30 Nehemias
So reinsaði eg teir frá øllum fremmandum; og eg fyriskrivaði, hvat prestarnir og Levitarnir høvdu at ansa eftir, hvør í arbeiði sínum,
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Jóhannes 17:21 Jóhannes
at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær – at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Rómverjabrævið 10:12 Rómverjabrævið
Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið
Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Galatiabrævið 2:14 Galatiabrævið
Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: „Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!“
Galatiabrævið 2:15 Galatiabrævið
– Vit eru av náttúru Jødar og ikki syndarar av heidnari ætt;
Galatiabrævið 2:16 Galatiabrævið
men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt.
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.