summar
26 versir um "summar"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 74:17 Sálmarnir
Tú hevur sett jørðini øll mark hennara; summar og vetur hevur Tú gjørt.
Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók
Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“
Sálmarnir 32:4 Sálmarnir
tí dag og nátt lá hond Tín tung á mær, og lívsmáttur mín svann burt sum í summarturki. – Sela.
Orðtøkini 6:6 Orðtøkini
Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
Orðtøkini 6:7 Orðtøkini
Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra,
Orðtøkini 6:8 Orðtøkini
og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín.
Orðtøkini 10:5 Orðtøkini
Klókur sonur savnar um summarið; sonur, sum er dári, svevur heystardag.
Amos 8:1 Amos
Nú læt Harrin HARRIN meg síggja hesa sjón: Har stóð kurv við stadnum ávøksti.
Matteus 24:32 Matteus
Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
Lukas 21:30 Lukas
So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær.
Orðtøkini 26:1 Orðtøkini
Sum kavi um summarið og regn um heystið, so illa hóskar heiður dáranum.
Orðtøkini 30:25 Orðtøkini
Meyrurnar, tær eru fólk við ongari styrki, og tó savna tær sær føði um summarið;
Jeremias 8:20 Jeremias
„Heystið er farið, summarið er liðugt – og vit eru ikki frelst!“
Jeremias 40:10 Jeremias
Eg verði jú búgvandi í Mizpa til at taka ímóti Kaldearum, táið teir koma til okkara; men tit skulu savna vín, frukt og olju og lata tað í íløt tykkara, og tit skulu verða verandi í býum tykkara, sum tit hava tikið í ogn.“
Markus 13:28 Markus
Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.
Lukas 21:29 Lukas
Og Hann setti teimum fram líknilsi: „Hyggið fikutræið og øll trøini!
Lukas 21:31 Lukas
Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.
Lukas 21:32 Lukas
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt.
Lukas 21:33 Lukas
Himmal og jørð skulu forganga; men orð Míni skulu als ikki forganga.
Lukas 21:34 Lukas
Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!
Lukas 21:35 Lukas
Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva.
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Esaias 28:4 Esaias
Og hin følnandi blóma, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dalinum, við henni skal ganga sum við fikuni, ið er staðin, áðrenn summarið er komið – hin fyrsti, ið fær eyga á hana, slítur hana av, og nóg illa hevur hann fingið hana í hondina, so gloypir hann henni.
Jeremias 40:12 Jeremias
Allir hesir Jødar komu tá heimaftur av øllum teimum støðum, hagar teir vóru riknir burt, og komu til Judaland, til Gedalja í Mizpa. Og tey savnaðu ógvuliga nógv av víni og frukt.
Mika 7:1 Mika
Vei mær! Mær hevur gingist, sum táið ávøksturin er savnaður um summarið, sum táið eftirhentingin aftan á vínheystið er liðug: Ikki vínber at eta, ikki fika, sum sál míni dámar!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.