Styrki í Gudi

19 versir um "Styrki í Gudi"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

19
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

15
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

9
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

9
Sálmarnir 18:32 Sálmarnir

Ja, hvør er Gud uttan HARRIN, hvør er klettur uttan Gud okkara,

7
Sálmarnir 18:33 Sálmarnir

tann Gud, sum gyrðir meg við styrki og javnar mær vegin,

7
Sálmarnir 18:34 Sálmarnir

gevur mær føtur sum hindanna og letur meg standa á hæddum mínum,

7
Filippibrævið 2:13 Filippibrævið

Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.

6
Habakkuk 3:19 Habakkuk

Harrin HARRIN er styrki mín; Hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga eftir hæddum mínum. – Til songmeistaran. Við streingjaleiki mínum.

4
Hebrearabrævið 4:15 Hebrearabrævið

Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.

4
Fyrra Krønikubók 22:13 Fyrra Krønikubók

Tá skal eydnan vera við tær, táið tú leggur tær eina við at gera eftir boðunum og lógunum, ið HARRIN gav Mósesi boð um at áleggja Ísrael; ver hugreystur og sterkur, óttast ikki og miss ikki mótið!

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

3
Sálmarnir 46:10 Sálmarnir

Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.

2
Esaias 40:30 Esaias

Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.

2
Dániel 11:32 Dániel

Tey, sum synda móti sáttmálanum, skal hann við hálum orðum gera til heidningar; men tey av fólkinum*, sum kenna Gud sín, skulu standa føst og halda út.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Jóhannes 15:5 Jóhannes

Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.

2
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

2