støðufesti
26 versir um "støðufesti"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið
Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Lukas 16:13 Lukas
Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“
Matteus 5:37 Matteus
Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.
Fyrra Korintbrævið 10:21 Fyrra Korintbrævið
Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda.
Titusarbrævið 2:7 Titusarbrævið
og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru,
Titusarbrævið 2:8 Titusarbrævið
heilnæma, ólastandi talu, so mótstøðumaðurin verður til skammar, við tað at hann einki ilt hevur at siga um okkum!
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.
Dániel 6:10 Dániel
Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Kolossibrævið 1:17 Kolossibrævið
Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!
Opinberingin 3:15 Opinberingin
Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit – hevði tú verið køld ella heit!
Opinberingin 3:16 Opinberingin
Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum.
Rómverjabrævið 14:22 Rómverjabrævið
Tú hevur trúgv! Hav hana hjá tær sjálvum, fyri Gudi! Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, hann velur!
Hebrearabrævið 10:23 Hebrearabrævið
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið
Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí vita vit, at vit kenna Hann – av, at vit halda boð Hansara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur: „Eg kenni Hann!“ – og heldur ikki boð Hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið heldur orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. – Av hesum vita vit, at vit eru í Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Tað er ikki nýtt boð, eg skrivi tykkum, men gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi. Hitt gamla boðið er orðið, ið tit hava hoyrt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og tó er tað nýtt boð, eg skrivi tykkum, og tað er satt, í Honum og í tykkum; tí myrkrið víkur burt, og hitt sanna ljós skínur longu.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið sigur seg vera í ljósinum – og hatar bróður sín – er í myrkrinum enn.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.