stúdentafelag

9 versir um "stúdentafelag"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið sigur seg vera í ljósinum – og hatar bróður sín – er í myrkrinum enn.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:10 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið elskar bróður sín, verður verandi í ljósinum, og í honum er einki ástoyt.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:11 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tann, ið hatar bróður sín, er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.

6
Sálmarnir 133:1 Sálmarnir

Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!

4
Sálmarnir 133:2 Sálmarnir

Tað er sum hin góða oljan á høvdinum, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, sum rennur niður á faldin á klæðum hansara,

4
Sálmarnir 133:3 Sálmarnir

sum døgg Hermons, ið fellur niður á Zionsfjøll. Tí har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir.

4
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið

Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!

4
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!

4
Jóhannes 13:34 Jóhannes

Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.

3