søtt / vælsmakkandi
6 versir um "søtt / vælsmakkandi"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 119:103 Sálmarnir
Sum orð Tíni eru gómum mínum søt! Tey eru søtari enn hunangur munni mínum!
Orðtøkini 24:13 Orðtøkini
Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur!
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók
Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.
Triðja Mósebók 1:9 Triðja Mósebók
Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin brenna alt samalt á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
Filippibrævið 4:18 Filippibrævið
Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara – yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.