strævi / harð arbeiði
126 versir um "strævi / harð arbeiði"
Versir
Síða 1 av 3Sálmarnir 127:2 Sálmarnir
Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur!
Sálmarnir 127:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.
Orðtøkini 14:23 Orðtøkini
Av øllum møðsomum arbeiði vinst okkurt, men tómt tos voldir einki uttan tap.
Orðtøkini 23:4 Orðtøkini
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
Prædikarin 3:12 Prædikarin
Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva.
Prædikarin 3:13 Prædikarin
Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.
Prædikarin 4:1 Prædikarin
Framvegis sá eg øll yvirgangsverkini, ið gjørd verða undir sólini; eg sá hini kúgaðu gráta, og eingin troystaði tey; eg sá yvirgangskropparnar nýta vald móti teimum, og eingin troystaði tey.
Prædikarin 4:2 Prædikarin
Tá prísaði eg tey deyðu lukkulig, tey, ið longu vóru burtursloppin, meir enn tey livandi, tey, ið enn eru á lívi;
Prædikarin 4:3 Prædikarin
men lukkuligan meir enn báðar partar prísaði eg tann, ið ikki hevur verið til enn, sum ikki hevur sæð hitt illa, ið gjørt verður undir sólini.
Prædikarin 4:4 Prædikarin
Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. – Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Prædikarin 4:5 Prædikarin
Dárin leggur hendurnar í fangið og etur upp seg sjálvan.
Prædikarin 4:6 Prædikarin
Ja, betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!
Prædikarin 4:7 Prædikarin
Og eg sá meiri enn av fáfongd undir sólini:
Prædikarin 4:8 Prædikarin
Mangur er, sum stendur einsligur og ongan annan hevur hjá sær, hvørki son ella bróður; og kortini er eingin endi á øllum strevi hansara; og eygu hansara mettast ikki av ríkidømi. – Og fyri hvønn pøsi eg meg og nokti mær sjálvum alt gott? – Eisini hetta er fáfongd, og troyttandi strev er tað.
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!
Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Prædikarin 4:13 Prædikarin
Betri er at vera fátækur, men vísur unglingi, enn gamal kongur, men dári, sum ikki hevur so frægt skil eftir, at hann tekur við ráðum.
Prædikarin 4:14 Prædikarin
Tí úr fangahúsinum kom slíkur unglingi út til kongavald, og hin verður fátækur, tóat hann er føddur í ríki sínum.
Prædikarin 4:15 Prædikarin
Eg sá, hvussu øll, ið livdu og rørdust undir sólini, fylgdu eftir unglinganum, honum, sum koma skuldi í staðin fyri hin.
Prædikarin 4:16 Prædikarin
Eingin endi var á øllum fólkinum, øllum, ið hann var oddamaður hjá. – Men heldur ikki um hann gleðast hinar komandi ættir; tí eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Prædikarin 5:15 Prædikarin
Eisini hetta er syndarligur standur: Júst so sum hann kom, fer hann burtur aftur; hvønn vinning hevur hann nú av, at hann pøsir seg so – fyri vind!
Prædikarin 5:18 Prædikarin
Og táið Gud gevur onkrum ríkidømi og góðs og haraftrat unnir honum at kunna njóta gott av tí og taka lut sín og gleða seg í strevi sínum, tá er hetta gáva Guds.
Prædikarin 5:19 Prædikarin
Tí tá hugsar hann ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns.
Fyrsta Mósebók 3:17 Fyrsta Mósebók
Við Ádam segði Hann: „Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar.
Fyrsta Mósebók 3:18 Fyrsta Mósebók
Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín.
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“
Orðtøkini 10:22 Orðtøkini
Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni.
Orðtøkini 23:1 Orðtøkini
Táið tú situr til borðs hjá stórmanni, akta tá væl eftir, hvønn tú hevur framman fyri teg,
Orðtøkini 23:2 Orðtøkini
og set knív á barka tín, um tú ert ov svangur!
Orðtøkini 23:3 Orðtøkini
Tráa ikki eftir góðgæti hansara, tí tað er svikaligur kostur!
Orðtøkini 23:5 Orðtøkini
– Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
Orðtøkini 23:6 Orðtøkini
Et ikki breyð hins øvundsjúka, og tráa ikki eftir góða mati hansara!
Orðtøkini 23:7 Orðtøkini
Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; „et og drekk!“ sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær.
Orðtøkini 23:8 Orðtøkini
Bitan, ið tú hevur etið, kemur tú at spýggja upp aftur, og føgru orð tíni hevur tú spilt burtur.
Orðtøkini 23:9 Orðtøkini
Tala ikki fyri oyrum dárans, tí hann vanvirðir vitigu orð tíni!
Orðtøkini 23:10 Orðtøkini
Flyt ikki gamalt markaskjal, og kom ikki inn á akur faðirleysra!
Orðtøkini 23:11 Orðtøkini
Tí loysari teirra er sterkur; Hann skal føra søk teirra móti tær.
Orðtøkini 23:12 Orðtøkini
Boygg hjarta títt til tykt og oyru tíni til kunnskaparorð!
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Orðtøkini 23:15 Orðtøkini
Sonur mín! Er hjarta títt víst, so skal eisini hjarta mítt gleðast;
Orðtøkini 23:16 Orðtøkini
og nýru míni skulu fegnast, táið varrar tínar tala tað, ið rætt er.
Orðtøkini 23:17 Orðtøkini
Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS!
Orðtøkini 23:18 Orðtøkini
Sanniliga hevur tú framtíð tá, og vón tín skal ikki koma upp í einki!
Orðtøkini 23:19 Orðtøkini
Hoyr, sonur mín, og verð vísur, lat hjarta títt ganga beint fram eftir vegnum!
Orðtøkini 23:20 Orðtøkini
Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti!
Orðtøkini 23:21 Orðtøkini
Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar.
Orðtøkini 23:22 Orðtøkini
Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!