stríð og royndir
27 versir um "stríð og royndir"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 5:10 Fyrra Pætursbrævið
Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Jákupsbrævið 1:2 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið
Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið
Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Rómverjabrævið 14:1 Rómverjabrævið
Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara!
Sálmarnir 27:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast!
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Lukas 8:22 Lukas
Ein dag fór Hann í bát við lærisveinum Sínum, og Hann segði við teir: „Latið okkum fara yvir um vatnið!“ Teir løgdu tá avstað.
Lukas 8:23 Lukas
Men meðan teir sigldu, sovnaði Hann. Stormur streyk nú oman yvir vatnið, báturin fyltist, og teir vóru í vanda.
Lukas 8:24 Lukas
Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: „Meistari, meistari, vit ganga burtur!“ Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð.
Lukas 8:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Hvar er trúgv tykkara!“ Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: „Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?“
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið
tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið
og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.
Rómverjabrævið 8:1 Rómverjabrævið
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
Rómverjabrævið 14:10 Rómverjabrævið
Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds.
Rómverjabrævið 14:11 Rómverjabrævið
Skrivað er: „So satt sum Eg livi – sigur Harrin – fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!“
Rómverjabrævið 14:12 Rómverjabrævið
So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.
Rómverjabrævið 14:13 Rómverjabrævið
Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Nei, fellið heldur tann dóm, at eingin má leggja ástoyt ella fellu fyri bróður sín!
Seinna Korintbrævið 10:3 Seinna Korintbrævið
Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum;
Seinna Korintbrævið 10:4 Seinna Korintbrævið
vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki
Seinna Korintbrævið 10:5 Seinna Korintbrævið
– táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.