stríð í huginum

37 versir um "stríð í huginum"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

6
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið

Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.

5
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

5
Fyrra Pætursbrævið 4:1 Fyrra Pætursbrævið

Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi – tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur –

5
Esaias 26:3 Esaias

Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.

4
Fyrra Korintbrævið 2:16 Fyrra Korintbrævið

Tí hvør hevur kent sinni Harrans, so hann skuldi kunnað lært Hann! Men vit hava sinni Kristusar.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

3
Titusarbrævið 1:15 Titusarbrævið

Alt er hinum reinu reint; men hinum óreinu og vantrúgvandi er einki reint; nei, bæði sinni og samvitska teirra eru dálkað.

3
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,

2
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir

sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“

2
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;

2
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir

við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

2
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir

Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,

2
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir

ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.

2
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir

Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;

2
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir

tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.

2
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir

„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;

2
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir

teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.

2
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir

Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;

2
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir

teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;

2
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir

á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.

2
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir

„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;

2
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir

hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;

2
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir

við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“

2
Sálmarnir 119:15 Sálmarnir

Eg skal grunda á boð Tíni og hyggja væl at leiðum Tínum.

2
Sálmarnir 142:1 Sálmarnir

Songur. Eftir Dávid. Táið hann var í hellinum. Bøn.

2
Sálmarnir 142:2 Sálmarnir

Við rødd míni rópi eg til HARRAN, við rødd míni biði eg bønliga til HARRAN.

2
Sálmarnir 142:3 Sálmarnir

Eg helli út sorg mína fyri ásjón Hansara, eg sigi Honum frá neyð míni.

2
Sálmarnir 142:4 Sálmarnir

Táið andin ørmaktast í mær, kennir tó Tú leið mína; á vegnum, ið eg skal ganga, hava teir lagt snerrur fyri meg.

2
Sálmarnir 142:5 Sálmarnir

Hygg til høgru og síggj! Ikki ein er, sum kennist við meg, einki skjól er mær eftir; ikki ein er, sum spyr eftir sál míni.

2
Sálmarnir 142:6 Sálmarnir

Eg rópi til Tín, HARRI; eg sigi: Tú ert skjól mítt, lutur mín í landi teirra, sum liva!

2
Sálmarnir 142:7 Sálmarnir

Akta eftir rópi mínum, tí eg eri í stórum hjálparloysi! Bjarga mær frá teimum, ið liggja eftir mær, tí teir eru mær ov sterkir!

2
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið

Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!

2
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

2
Jákupsbrævið 1:8 Jákupsbrævið

– slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum.

2
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið

Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,

2