stormur / orkan
15 versir um "stormur / orkan"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 107:29 Sálmarnir
Hann læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu;
Nahum 1:1 Nahum
Spádómur um Nineve. Bókin um tað, ið Nahum Elkositur sá.
Nahum 1:2 Nahum
Strangur Gud og hevnari er HARRIN; hevnari er HARRIN og fullur av vreiði; hevnari er HARRIN mótstøðumonnum Sínum, ein, sum støðugt ber vreiði móti fíggindum Sínum.
Nahum 1:3 Nahum
HARRIN er langmóðigur, men stórur í kraft; órevsaðan letur HARRIN aldri hin seka vera. Í ódnarveðri og stormi er vegur Hansara, og skýggj eru dustið undir fótum Hansara.
Nahum 1:4 Nahum
Hann hóttir at sjónum og turkar hann upp, og Hann letur allar áir torna; Basan og Karmel følna, alt grønt á Libanon følnar.
Nahum 1:5 Nahum
Fjøllini skelva fyri Honum, og heyggjarnir bráðna; jørðin lyftir seg upp fyri ásjón Hansara, jarðarríki og øll, ið har búgva.
Nahum 1:6 Nahum
Hvør verður standandi, táið Hann verður illur! Hvør er mentur at bera brennandi vreiði Hansara! Vreiði Hansara geisar fram sum eldur, og fjøllini bresta sundur fyri Honum.
Nahum 1:7 Nahum
HARRIN er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann.
Nahum 1:8 Nahum
Men við vatnflóð, sum leggur yvir alt, skal Hann gera enda á grundini, ið tað* stendur á, og myrkrið skal elta fíggindar Hansara.
Nahum 1:9 Nahum
Hvat eru tað fyri ráð, tit leggja upp móti HARRANUM! Hann skal forkoma tykkum, heimsøkingin skal ikki koma tvær ferðir!
Nahum 1:10 Nahum
Um teir so eru samanfløktir sum tornir og so fullir, sum fyllskapur teirra fær gjørt teir, skulu teir kortini verða brendir upp sum skróvturrur hálmur.
Nahum 1:11 Nahum
Úr tær* gekk út ein, sum hevði ilt í huga móti HARRANUM, ein, ið legði upp gudleys ráð.
Nahum 1:12 Nahum
So sigur HARRIN: Hvussu sterkir og hvussu nógvir teir* so eru, skulu teir kortini verða skornir av og hvørva. Um Eg so havi plágað teg,** skal Eg ikki plága teg longur;
Nahum 1:13 Nahum
nei, nú skal Eg bróta ok hansara av tær og slíta bond tíni.
Nahum 1:14 Nahum
Men um teg* gevur HARRIN hetta boð: Eingin skal verða føddur meir, sum ber navn títt; úr húsi guds tíns skal Eg beina fyri bæði útskornum og stoyptum myndum; Eg skal gera tær grøv til – tí tú ert funnin ov lættur!