stóra trongdin
26 versir um "stóra trongdin"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 24:21 Matteus
Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
Dániel 12:1 Dániel
„Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.
Opinberingin 7:14 Opinberingin
Eg svaraði honum: „Harri mín, tú veitst tað!“ Tá segði hann við meg: „Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.
Dániel 9:24 Dániel
70 vikur* eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta.
Dániel 9:27 Dániel
Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.“
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Opinberingin 3:10 Opinberingin
Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva.
Opinberingin 13:1 Opinberingin
Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar.
Opinberingin 13:2 Opinberingin
Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.
Opinberingin 13:3 Opinberingin
Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.
Opinberingin 13:4 Opinberingin
Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: „Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!“
Opinberingin 13:5 Opinberingin
Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á 42 mánaðir.
Opinberingin 13:6 Opinberingin
Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva.
Opinberingin 13:7 Opinberingin
Tí varð givið at berjast við hini heilagu – og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð.
Opinberingin 13:8 Opinberingin
Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.
Opinberingin 13:9 Opinberingin
Hevur onkur oyra – hann hoyri!
Opinberingin 13:10 Opinberingin
Um onkur herleiðir – hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði – hann skal verða dripin við svørði. – Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra!
Opinberingin 13:11 Opinberingin
Eg sá nú annað dýr koma upp – úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki.
Opinberingin 13:12 Opinberingin
Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt.
Opinberingin 13:13 Opinberingin
Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna.
Opinberingin 13:14 Opinberingin
Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.
Opinberingin 13:15 Opinberingin
Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin.
Opinberingin 13:16 Opinberingin
Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,
Opinberingin 13:17 Opinberingin
so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess.
Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.