stolt eygu
10 versir um "stolt eygu"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Orðtøkini 21:4 Orðtøkini
Stolt eygu og hugmóðigt hjarta – lampa gudleysra er teimum til synd.
Sálmarnir 101:5 Sálmarnir
tann, ið baktalar næsta sín í loyndum, oyði eg; tann, ið hevur stolt eygu og hugmóðigt hjarta, toli eg ikki;
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini
Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini
Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
Orðtøkini 27:2 Orðtøkini
Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið
Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“