Stjørna Davids
24 versir um "Stjørna Davids"
Versir
Síða 1 av 1Amos 5:26 Amos
Nei, tit bóru tjald kongs* tykkara og stabbarnar undir myndum tykkara, stjørnu gudsins, ið tit høvdu gjørt tykkum!
Fjórða Mósebók 24:17 Fjórða Mósebók
Eg síggi Hann, men ikki nú, eg skoði Hann, men ikki nær – upp rennur stjørna av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael; Hann sorar tinningar Móabs og týnir ófriðarættina.
Matteus 2:2 Matteus
„Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“
Opinberingin 22:16 Opinberingin
Eg, Jesus, havi sent eingil Mín at vitna hetta fyri tykkum um samkomurnar. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørna.
Fyrra Sámuelsbók 30:21 Fyrra Sámuelsbók
Táið Dávid kom til hinar 200 menninar, ið høvdu verið ov lúgvaðir til at fara við honum, og sum hann hevði latið verða eftir við Besorsløk, komu teir ímóti Dávidi og monnunum, ið við honum vóru; og Dávid gekk fram til menninar og heilsaði teimum.
Seinna Sámuelsbók 3:5 Seinna Sámuelsbók
hin sætti var Jitream – sum Dávid átti við konu síni Eglu. Hesar synir fekk Dávid í Hebron.
Seinna Sámuelsbók 5:9 Seinna Sámuelsbók
Síðani tók Dávid bústað í borgini og rópti hana Dávidsstað. Har reisti Dávid bygningar rundanum, frá Millo og longur inn.
Seinna Sámuelsbók 5:17 Seinna Sámuelsbók
Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann oman í borgina.
Seinna Sámuelsbók 6:10 Seinna Sámuelsbók
Dávid vildi tá ikki flyta ørk HARRANS niðan í Dávidsstað til sín, men læt seta hana inn hjá Obed-Edom úr Gat.
Seinna Sámuelsbók 8:6 Seinna Sámuelsbók
Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
Fyrra Kongabók 2:10 Fyrra Kongabók
So legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði.
Fyrra Krønikubók 11:5 Fyrra Krønikubók
Men teir, sum búðu í Jebus, søgdu við Dávid: „Higar kemur tú aldri inn!“ Men Dávid tók Zionsborg, tað er Dávidsstað.
Fyrra Krønikubók 11:7 Fyrra Krønikubók
Síðani tók Dávid bústað í borgini; hon varð tí rópt Dávidsstaður.
Fyrra Krønikubók 14:8 Fyrra Krønikubók
Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann ímóti teimum.
Fyrra Krønikubók 18:6 Fyrra Krønikubók
Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
Fyrra Krønikubók 21:21 Fyrra Krønikubók
Táið Dávid kom til Ornan, hugdi Ornan upp og sá Dávid; tá fór hann út av treskiplássinum og kastaði seg niður fyri Dávidi við andlitinum til jarðar.
Amos 5:22 Amos
Nei, um tit so ofra Mær brennioffur og matoffur, líka tey Mær ikki, og Eg vendi Mær ikki til takkoffur tykkara av gøðingarkálvum!
Ápostlasøgan 7:43 Ápostlasøgan
Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds – myndirnar, ið tit gjørdu tykkum at tilbiðja. Tí skal Eg flyta tykkum burtur, longur enn til Bábylon.“
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Fyrra Sámuelsbók 17:39 Fyrra Sámuelsbók
Dávid gyrdi seg við svørði hansara uttan yvir klæðini og skuldi fara til gongu. Men hann hevði aldri roynt tað áður, og hann segði við Saul: „Eg fái ikki gingið í hesum, tí eg havi aldri roynt tað áður!“ So fór Dávid úr tí aftur.
Fyrra Sámuelsbók 24:9 Fyrra Sámuelsbók
reistist Dávid við, fór út úr hellinum og rópti eftir Saul: „Harri kongurin!“ Tá hugdi Saul aftur um seg, og Dávid boygdi seg við andlitinum móti jørðini og kastaði seg niður.
Fyrra Sámuelsbók 26:17 Fyrra Sámuelsbók
Nú kendi Saul mál Dávids, og hann segði: „Er tað mál títt, sonur mín Dávid?“ Dávid svaraði: „Ja, harri kongur!“
Fyrra Sámuelsbók 26:25 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul við Dávid: „Signaður veri tú, sonur mín Dávid! Alt, ið tú fert undir, skalt tú eisini vera mentur at fullføra!“ – Síðani fór Dávid leið sína, og Saul fór heimaftur til sín sjálvs.
Fyrra Sámuelsbók 30:18 Fyrra Sámuelsbók
Dávid bjargaði øllum, ið Amalekitar høvdu rænt; eisini báðum konum sínum bjargaði Dávid.