stevnum og parlag

65 versir um "stevnum og parlag"

Versir

Síða 2 av 2
Prædikarin 4:10 Prædikarin

og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!

3
Prædikarin 4:11 Prædikarin

Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!

3
Prædikarin 4:12 Prædikarin

Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.

3
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið

Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.

3
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók

Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.

2
Sálmarnir 46:5 Sálmarnir

Ein á er – streymar hennara gleða stað Guds, heilaga bústað hins Hægsta.

2
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

2
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

2
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini

Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!

2
Orðtøkini 4:23 Orðtøkini

Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!

2
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini

Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!

2
Hásongurin 2:7 Hásongurin

Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!

2
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið

Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!

2
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið

Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!

2
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið

Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!

2