stevnum millum ymiskar tjóðir
7 versir um "stevnum millum ymiskar tjóðir"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið
Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Triðja Mósebók 19:19 Triðja Mósebók
Haldið lógir Mínar! – Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Fyrsta Mósebók 28:1 Fyrsta Mósebók
Tá rópti Ísakur Jákup og signaði hann; og hann gav honum hetta boð: „Tú mást onga av døtrum Kána’ans taka tær til konu!