stevnum í himli
25 versir um "stevnum í himli"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 7:1 Rómverjabrævið
Ella vita tit ikki, brøður – eg tali jú til slík, sum kenna lógina – at lógin ræður yvir menniskjanum, so leingi sum tað livir?
Rómverjabrævið 7:2 Rómverjabrævið
Hin gifta kvinnan er jú við lógini bundin til mann sín, so leingi sum hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini viðvíkjandi manninum.
Rómverjabrævið 7:3 Rómverjabrævið
Hon skal tí verða kallað horkvinna, um hon, meðan maðurin livir, gevur øðrum manni seg; men doyr maðurin, er hon frí frá lógini, so hon verður ikki horkvinna, um hon gevur øðrum manni seg.
Rómverjabrævið 7:4 Rómverjabrævið
Soleiðis – brøður mínir – doyðu eisini tit frá lógini við likami Kristusar, fyri at tit skulu hoyra einum øðrum til, Honum, ið risin er upp frá hinum deyðu, so vit kunnu bera Gudi ávøkst.
Rómverjabrævið 7:5 Rómverjabrævið
Tí meðan vit vóru í holdinum, virkaðu hinir syndigu lystir, ið vaktir vórðu við lógini, soleiðis í limum okkara, at vit bóru deyðanum ávøkst.
Rómverjabrævið 7:6 Rómverjabrævið
Men nú eru vit loyst frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum fyrr helt okkum fangað, so at vit tæna á nýggja hátt andans og ikki á gamla hátt bókstavsins.
Rómverjabrævið 7:7 Rómverjabrævið
Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: „Tú mást ikki girnast.“
Rómverjabrævið 7:8 Rómverjabrævið
Syndin slapp nú framat og virkaði við boðnum alskyns girnd í mær; tí uttan lóg er syndin deyð.
Rómverjabrævið 7:9 Rómverjabrævið
Eg livdi einaferð uttan lóg; men táið boðið kom, varð syndin livandi aftur,
Rómverjabrævið 7:10 Rómverjabrævið
og eg doyði; og boðið – sum givið var til lív – varð mær til deyða.
Rómverjabrævið 7:11 Rómverjabrævið
Tí syndin slapp framat, dáraði meg við boðnum og drap meg við tí.
Rómverjabrævið 7:12 Rómverjabrævið
So er tá lógin heilag, og boðið er heilagt, rættvíst og gott.
Rómverjabrævið 7:13 Rómverjabrævið
Er tá tað, sum gott er, vorðið mær til deyða! Minni enn so! Nei, tað var syndin, fyri at hon skuldi vísa seg sum synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyðan; soleiðis skuldi syndin við boðnum verða út av lagi syndig.
Rómverjabrævið 7:14 Rómverjabrævið
Vit vita jú, at lógin er andalig; men eg eri holdborin, seldur undir syndina.
Rómverjabrævið 7:15 Rómverjabrævið
Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg.
Rómverjabrævið 7:16 Rómverjabrævið
Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, gevi eg jú lógini tann vitnisburð, at hon er góð.
Rómverjabrævið 7:17 Rómverjabrævið
So er tað nú ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr.
Rómverjabrævið 7:18 Rómverjabrævið
Tí eg veit, at í mær – í holdi mínum – býr einki gott; viljan havi eg, men at gera hitt góða eri eg ikki mentur.
Rómverjabrævið 7:19 Rómverjabrævið
Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg.
Rómverjabrævið 7:20 Rómverjabrævið
Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, so er tað ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr.
Rómverjabrævið 7:21 Rómverjabrævið
So finni eg nú ta lóg hjá mær – eg, sum vil gera hitt góða – at hitt illa er mær hjástatt.
Rómverjabrævið 7:22 Rómverjabrævið
Tí eftir hinum innara menniskja mínum havi eg hug til lóg Guds;
Rómverjabrævið 7:23 Rómverjabrævið
men í limum mínum síggi eg aðra lóg, sum stríðir móti lóg sinnis míns og tekur meg til fanga undir lóg syndarinnar, sum í limum mínum er.
Rómverjabrævið 7:24 Rómverjabrævið
Arma menniskja mítt! Hvør skal fría meg frá hesum likami deyðans!
Rómverjabrævið 7:25 Rómverjabrævið
Gudi veri tøkk við Jesusi Kristi, Harra okkara! So tæni eg tá sjálvur við sinninum lóg Guds, men við holdinum lóg syndarinnar.