Stela pengar

112 versir um "Stela pengar"

Versir

Síða 2 av 3
Markus 14:28 Markus

Men táið Eg eri upp aftur risin, skal Eg fara undan tykkum til Galilea.“

5
Markus 14:29 Markus

Tá segði Pætur við Hann: „Um so allir verða fyri falli, skal eg tó ikki falla!“

5
Markus 14:30 Markus

Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag, hesa nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg!“

5
Markus 14:31 Markus

Tá tók hann enn harðari til og segði: „Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg als ikki avnokta Teg!“ Sama søgdu teir eisini allir.

5
Markus 14:32 Markus

Nú komu teir til garð, ið æt Getsemane; og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Setið tykkum her, meðan Eg biði!“

5
Markus 14:33 Markus

Hann tók Pætur, Jákup og Jóhannes við Sær; og ræðsla og svár angist kom á Hann.

5
Markus 14:34 Markus

Hann segði tá við teir: „Sál Mín er ógvuliga sorgarbundin, heilt til deyða; verðið her og vakið!“

5
Markus 14:35 Markus

So fór Hann eitt sindur longur, kastaði Seg niður á jørðina og bað, at hesin tími skuldi fara frá Honum – um tað var møguligt.

5
Markus 14:36 Markus

Hann segði: „Abba, Faðir! Alt er Tær møguligt – tak henda kalik frá Mær! – Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“

5
Markus 14:37 Markus

So kom Hann og fann teir sovandi og segði við Pætur: „Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vakja ein tíma?

5
Markus 14:38 Markus

Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt.“

5
Markus 14:39 Markus

So fór Hann uppaftur burtur, bað og segði somu orð.

5
Markus 14:40 Markus

Hann kom aftur og fann teir uppaftur sovandi; tí tyngd var komin á eygu teirra. Og teir vistu ikki, hvat teir skuldu svara Honum.

5
Markus 14:41 Markus

Triðju ferð kom Hann, og Hann segði við teir: „Tit sova við sama lagi og hvíla tykkum! Nóg mikið er! Tímin er komin; nú skal Menniskjasonurin verða givin upp í hendur syndara.

5
Markus 14:42 Markus

Reisist, latið okkum fara! Hann er nær, sum svíkur Meg.“

5
Markus 14:43 Markus

Í tí sama, meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og elstu.

5
Markus 14:44 Markus

Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað; takið Hann og leiðið Hann burtur í tryggari varðveitslu!“

5
Markus 14:45 Markus

Táið hann nú kom, fór hann við tað sama yvir til Hansara og segði: „Rabbi!“ og kysti Hann.

5
Markus 14:46 Markus

Tá løgdu teir hendur á Hann og tóku Hann.

5
Markus 14:47 Markus

Men ein teirra, sum hjá stóðu, dró svørðið og høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði oyrað av honum.

5
Markus 14:48 Markus

Jesus tók nú til orða og segði við teir: „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg!

5
Markus 14:49 Markus

Eg var dagliga hjá tykkum í templinum og lærdi, og tit tóku Meg ikki; men hetta hendir, fyri at skriftirnar skulu ganga út.“

5
Markus 14:50 Markus

Tá rýmdu teir allir frá Honum og flýddu.

5
Markus 14:51 Markus

Ein einstakur ungur maður fylgdi aftan á Honum; hann hevði línklæði sveipað um bera kropp sín. Teir tóku hann;

5
Markus 14:52 Markus

men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin.

5
Markus 14:53 Markus

So fóru teir nú við Jesusi til høvuðsprestin; og allir høvuðsprestarnir og hinir elstu og skriftlærdu komu saman har.

5
Markus 14:54 Markus

Pætur fylgdi Honum langt aftaná, líka inn í garð høvuðsprestsins; og hann sat hjá tænarunum og vermdi seg við eldin.

5
Markus 14:55 Markus

Høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu tá at fáa vitnisburð móti Jesusi, so teir kundu taka Hann av døgum; men teir funnu einki.

5
Markus 14:56 Markus

Víst bóru mangir rangan vitnisburð móti Honum; men vitnisburðirnir ljóðaðu ikki líka.

5
Markus 14:57 Markus

Tá reistust nakrir og vitnaðu rangt móti Honum; teir søgdu:

5
Markus 14:58 Markus

„Vit hava hoyrt Hann siga: „Eg skal bróta niður hetta tempul, sum gjørt er við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.““

5
Markus 14:59 Markus

Men heldur ikki í hesum ljóðaðu vitnisburðir teirra líka.

5
Markus 14:60 Markus

Tá reistist høvuðspresturin mitt ímillum teirra og spurdi Jesus: „Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær?“

5
Markus 14:61 Markus

Men Hann tagdi og svaraði einki. Høvuðspresturin spurdi Hann uppaftur – segði við Hann: „Ert Tú Kristus, Sonur hins hálovaða?“

5
Markus 14:62 Markus

Jesus svaraði: „Eg eri tað; og tit skulu síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma við skýggjum himmalsins.“

5
Markus 14:63 Markus

Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: „Hvat nýtist okkum longur vitni!

5
Markus 14:64 Markus

Tit hava hoyrt gudsspottanina! Hvat halda tit?“ Teir dømdu Hann allir at vera deyðasekan.

5
Markus 14:65 Markus

Nakrir fóru nú at spýta á Hann, fjala andlit Hansara, geva Honum nevasløg og siga við Hann: „Profetera!“ Og sveinarnir tóku ímóti Honum við stavsløgum.

5
Markus 14:66 Markus

Meðan nú Pætur var niðri í garðinum, kom ein arbeiðskona høvuðsprestsins;

5
Markus 14:67 Markus

og táið hon sá Pætur verma seg, hugdi hon upp á hann og segði: „Eisini tú vart við Jesusi Nazareara!“

5
Markus 14:68 Markus

Men hann noktaði tað og segði: „Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur!“ So fór hann út í forgarðin, og hanin gól.

5
Markus 14:69 Markus

Her fekk arbeiðskonan at síggja hann og fór aftur at siga við tey, sum stóðu har: „Hesin er ein av teimum!“

5
Markus 14:70 Markus

Men hann noktaði tað uppaftur. Eina løtu eftir søgdu aftur tey, sum stóðu har, við Pætur: „So sanniliga ert tú ein av teimum! Tú ert jú eisini Galileari!“

5
Markus 14:71 Markus

Tá fór hann at banna sær og svørja: „Eg kenni ikki henda mann, ið tit tosa um!“

5
Markus 14:72 Markus

Í tí sama gól hanin aðru ferð. Tá kom Pæturi orðið í hug, sum Jesus hevði sagt við hann: „Áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú avnokta Meg tríggjar ferðir.“ Og hann skar í grát.

5
Sálmarnir 111:10 Sálmarnir

Ótti fyri HARRANUM er upphav vísdóms; gott skil hevur hvør tann, ið ger eftir honum. – Prís Hansara varir í allar ævir.

4
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók

Tú mást ikki stjala.

3
Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið

So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.

3
Fyrra Korintbrævið 13:1 Fyrra Korintbrævið

Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.

3
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið

Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.

3