Steinseting til deyða
18 versir um "Steinseting til deyða"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók
Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
Triðja Mósebók 24:16 Triðja Mósebók
Tann, ið spottar navn HARRANS, skal lata lív; øll samkoman skal steina hann; veri hann nú fremmandur ella innføddur – hann skal verða steinaður, táið hann spottar navn HARRANS.
Fimta Mósebók 21:18 Fimta Mósebók
Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin,
Fimta Mósebók 21:19 Fimta Mósebók
skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har;
Fimta Mósebók 21:20 Fimta Mósebók
og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: „Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!“
Fimta Mósebók 21:21 Fimta Mósebók
So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast.
Onnur Mósebók 31:15 Onnur Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera háheilagur sabbatur, heiligdagur HARRANS; hvør tann, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin, skal lata lív!
Triðja Mósebók 20:2 Triðja Mósebók
„Sig við Ísraelsmenn: „Hendir tað, at onkur Ísraelsmaður ella onkur av teimum fremmandu, ið hjá Ísrael búgva, gevur Molok avkom sítt, so skal hann lata lív; fólkið í landinum skal steina hann.
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók
Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““
Jóhannes 8:3 Jóhannes
Tá komu hinir skriftlærdu og Fariseararnir til Hansara við kvinnu, sum tikin var í hori; teir leiddu hana fram fyri Hann
Jóhannes 8:4 Jóhannes
og søgdu við Hann: „Meistari! Henda kvinna hevur drivið hor – hon er tikin í gerðini!
Jóhannes 8:5 Jóhannes
Móses hevur í lógini givið okkum tað boð, at slík skulu verða steinað; hvat sigur nú Tú?“
Jóhannes 8:6 Jóhannes
– Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina.
Jóhannes 8:7 Jóhannes
Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: „Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!“
Jóhannes 8:8 Jóhannes
Síðani boygdi Hann Seg niður aftur og skrivaði á jørðina.
Jóhannes 8:9 Jóhannes
Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir, hinir elstu fyrstir; og Jesus var einsamallur eftir við kvinnuni, ið stóð har.
Jóhannes 8:10 Jóhannes
Tá rætti Jesus Seg upp og segði við hana: „Kvinna, hvar eru teir? Var eingin, sum dømdi teg?“
Jóhannes 8:11 Jóhannes
Hon svaraði: „Eingin, Harri!“ Tá segði Jesus: „Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!“