Steinseting

8 versir um "Steinseting"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 19:13 Onnur Mósebók

Eingin hond skal røra hann; hann skal verða steinaður ella skotin; tað veri dýr ella menniskja – tað skal ikki liva.“ – Táið lúðurin ljóðar við longum tónum, skulu teir* fara niðan á fjallið.“

2
Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók

Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!

2
Fjórða Mósebók 15:36 Fjórða Mósebók

Øll samkoman fór tá út um tilhaldið við honum og steinaði hann til deyða – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

2
Fimta Mósebók 21:18 Fimta Mósebók

Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin,

2
Fimta Mósebók 21:19 Fimta Mósebók

skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har;

2
Fimta Mósebók 21:20 Fimta Mósebók

og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: „Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!“

2
Fimta Mósebók 21:21 Fimta Mósebók

So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast.

2
Seinna Korintbrævið 11:25 Seinna Korintbrævið

Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; tríggjar ferðir havi eg verið fyri skipbroti, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum.

2