Steinar

32 versir um "Steinar"

Versir

Síða 1 av 1
Josva 4:20 Josva

Har í Gilgal reisti Josva hinar tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið upp úr Jordan.

4
Josva 4:21 Josva

Og hann segði við Ísraelsmenn: „Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja fedrar sínar: „Hvat hava hesir steinar at týða?“

4
Josva 4:22 Josva

skulu tit siga børnum tykkara frá tí: „Ísrael gekk á turrum um Jordan her;

4
Josva 4:23 Josva

tí HARRIN Gud tykkara læt vatnið í Jordan torna upp fyri tykkum, inntil tit vóru yvirum komin, eins og HARRIN Gud tykkara gjørdi við Reyðahav, sum Hann læt torna upp fyri okkum, inntil vit vóru yvirum komin

4
Josva 4:24 Josva

– fyri at øll fólk á jørðini skulu sanna, at hond HARRANS er sterk, og fyri at tit allar dagar skulu óttast HARRAN Gud tykkara.““

4
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið

og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!

4
Opinberingin 2:17 Opinberingin

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn – skrivað á steinin – sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.“

4
Josva 4:2 Josva

„Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt,

3
Josva 4:3 Josva

og gevið teimum hetta boð: „Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!““

3
Josva 4:4 Josva

Josva sendi tá boð eftir teimum tólv monnunum, ið hann hevði valt millum Ísraelsmenn – einum manni av hvørji ætt –

3
Josva 4:5 Josva

og Josva segði við teir: „Farið fyri ørk HARRANS Guds tykkara mitt út í Jordan og takið hvør sín stein á økslina, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna!

3
Josva 4:6 Josva

Hesir steinar skulu vera tekin millum tykkara. Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja: „Hvat hava hesir steinar at týða?“

3
Josva 4:7 Josva

skulu tit svara teimum: „Vatnið í Jordan steðgaði fyri sáttmálaørk HARRANS; táið hon fór út í Jordan, steðgaði vatn Jordans, og hesir steinar skulu til ævigar tíðir vera Ísraelsmonnum minni um hetta.““

3
Josva 4:8 Josva

Ísraelsmenn gjørdu nú, sum Josva segði við teir; teir tóku tólv steinar upp úr Jordan, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna, og teir bóru teir yvirum við sær, hagar sum teir vórðu verandi ta náttina, og løgdu teir har.

3
Josva 4:9 Josva

Og úti í Jordan, har sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu stillir, har reisti Josva tólv steinar, og teir standa har enn í dag.

3
Sálmarnir 118:22 Sálmarnir

Steinurin, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, er vorðin hornsteinur.

3
Ezekiel 28:13 Ezekiel

Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín – karneol, topas, jaspis, krýsolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull; trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur, stóðu tær til reiðar.

3
Matteus 16:18 Matteus

So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.

3
Fyrsta Mósebók 28:18 Fyrsta Mósebók

Tíðliga morgunin eftir reistist Jákup og tók steinin, ið hann hevði havt undir høvdinum, reisti hann sum minnisstein og helti olju út yvir hann.

2
Fyrsta Mósebók 28:19 Fyrsta Mósebók

Og hann kallaði hetta staðið Betel;* áður hevði býurin itið Luz.

2
Fyrsta Mósebók 28:20 Fyrsta Mósebók

Jákup gjørdi nú hetta lyfti: „Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í,

2
Fyrsta Mósebók 28:21 Fyrsta Mósebók

so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns – so skal HARRIN vera Gud mín;

2
Fyrsta Mósebók 28:22 Fyrsta Mósebók

og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund.“

2
Fyrra Kongabók 7:9 Fyrra Kongabók

Alt hetta var av dýrabørum steinum, ið vóru høgdir eftir máli og sagaðir við sag bæði innan og uttan, frá grundini líka upp til taklistarnar, og somuleiðis alt uttanfyri, líka til hin stóra forgarðsmúrin.

2
Esaias 28:16 Esaias

tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein – tann, ið trýr, hevur ikki skund.

2
Ezekiel 36:26 Ezekiel

Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.

2
Dániel 2:45 Dániel

– tú sást jú, at steinur varð rivin leysur úr fjallinum – tó ikki við hondum – og soraði jarnið, koparið, leirið, silvurið og gullið. – Hin stóri Gud hevur kunngjørt konginum tað, sum henda skal í framtíðini, og fastur stendur dreymurin, og álítandi er týðingin.“

2
Markus 13:1 Markus

Táið Hann nú fór út úr templinum, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!“

2
Lukas 19:40 Lukas

Men Hann svaraði teimum: „Eg sigi tykkum, at tiga hesir, skulu steinarnir rópa.“

2
Ápostlasøgan 4:11 Ápostlasøgan

Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur.

2
Fyrra Pætursbrævið 2:4 Fyrra Pætursbrævið

Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur,

2
Fyrra Pætursbrævið 2:8 Fyrra Pætursbrævið

hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað.

2