Statuir
31 versir um "Statuir"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Triðja Mósebók 26:1 Triðja Mósebók
„Tit mugu ikki gera tykkum avgudar; skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Esaias 42:8 Esaias
Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!
Fyrra Timoteusarbrævið 2:5 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus,
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Sálmarnir 115:4 Sálmarnir
Avgudar teirra eru silvur og gull, handaverk manna;
Sálmarnir 115:5 Sálmarnir
teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
Sálmarnir 115:6 Sálmarnir
teir hava oyru, men hoyra ikki; teir hava nøs, men lukta ikki;
Sálmarnir 115:7 Sálmarnir
teir hava hendur, men føla ikki, føtur, men ganga ikki; teir hava einki mál í barkanum.
Sálmarnir 115:8 Sálmarnir
Sum teir eru, verða tey, sum gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
Matteus 4:4 Matteus
Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““
Matteus 4:8 Matteus
Aftur tók Djevulin Hann við sær – niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann:
Matteus 4:9 Matteus
„Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“
Matteus 4:10 Matteus
Tá segði Jesus við hann: „Far burt, Satan! Tí skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““
Matteus 15:7 Matteus
Hyklarar tykkara! Beint profeteraði Esaias um tykkum, táið Hann segði:
Matteus 15:8 Matteus
„Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær.
Matteus 15:9 Matteus
Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.““
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Efesusbrævið 5:1 Efesusbrævið
Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Efesusbrævið 5:5 Efesusbrævið
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið
Havið tí einki við tey at gera!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími.