starv ella Jóbsbók (samanhangur avger)

62 versir um "starv ella Jóbsbók (samanhangur avger)"

Versir

Síða 2 av 2
Job 38:36 Job

Hvør legði vísdóm í hini myrku skýggj, og hvør gav luftsjónini vit!

2
Job 38:37 Job

Hvør telur skýggini við vísdómi! Og vatnsíløt himmalsins – hvør stoytir burtur úr teimum

2
Job 38:38 Job

– táið dustið rennur saman til fasta jørð, og moldklumparnir loða hvør við annan!“

2
Job 42:10 Job

HARRIN vendi lagnu Jobs, táið hann bað fyri vinmonnum sínum; og HARRIN gav Job tvífalt aftur alt, ið hann hevði átt.

2
Job 42:11 Job

So komu allir brøður hansara til hansara, og allar systrar hansara og øll, ið høvdu kent hann áður; tey hildu máltíð við honum í húsi hansara, vístu honum samkenslu og uggaðu hann eftir alla vanlukkuna, ið HARRIN hevði latið koma á hann; tey góvu honum hvørt kesita* og gullring.

2
Job 42:12 Job

HARRIN signaði seinnu tíð Jobs meir enn hina fyrru: hann fekk 14000 kríatúr av smáfæi, 6000 kamelar, 1000 pør av neytum og 1000 esilsryssur.

2
Job 42:13 Job

Og hann fekk sjey synir og tríggjar døtur.

2
Job 42:14 Job

Eina nevndi hann Jemimu, aðra Keziu og hina triðju Keren-Happuk.

2
Job 42:15 Job

So vakrar kvinnur sum døtur Job vóru ikki í øllum landinum; og faðir teirra gav teimum arv saman við brøðrum teirra.

2
Job 42:16 Job

Eftir hetta livdi Job 140 ár, og hann fekk at síggja børn og barnabørn síni í fjórða lið.

2
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið

Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!

2
Jákupsbrævið 5:11 Jákupsbrævið

Vit prísa jú tey sæl, sum hava hildið út. Tit hava hoyrt um tol Jobs og vita um útgongdina, ið Harrin gjørdi; tí Harrin er sára náðiríkur og miskunnsamur.

2