starv ella Jóbsbók (samanhangur avger)

62 versir um "starv ella Jóbsbók (samanhangur avger)"

Versir

Síða 1 av 2
Job 1:1 Job

Í Uzlandi búði maður, ið æt Job. Hann var ólastandi og rættsintur maður, ið óttaðist Gud og helt seg frá tí, sum ónt var.

4
Job 1:20 Job

Tá reisti Job seg upp og skræddi kappan, klipti hárið av høvdinum, kastaði seg til jarðar og tilbað

3
Job 1:21 Job

og segði: „Nakin kom eg úr móðurfangi, og nakin fari eg hagar aftur – HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!“

3
Job 1:22 Job

– Í øllum hesum syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði.

3
Job 42:1 Job

Tá svaraði Job HARRANUM og segði:

3
Job 42:2 Job

„Eg veit, at Tú kanst alt, og at einki, ið Tú setur Tær fyri, er Tær ógjørligt at útinna!

3
Job 42:3 Job

Hvør er tann, ið við skilaloysi myrkir ráð Títt! – Eg má tí siga: Eg havi tosað um tað, ið eg skilti ikki, um tað, ið var mær ov undurfult, og sum eg fataði ikki.

3
Job 42:4 Job

Men hoyr nú, so skal eg tala! Eg skal spyrja Teg, og Tú skalt læra meg.

3
Job 42:5 Job

Einki uttan tað, ið tíðindini søgdu, hevði eg hoyrt um Teg; men nú hevur eyga mítt sæð Teg.

3
Job 42:6 Job

Eg taki tí alt aftur og angri í dusti og øsku!“

3
Job 2:7 Job

So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS, og hann sló Job við ringum svullum líka frá hvirli til iljar.

2
Job 2:8 Job

Hann tók sær tá leirbrot at skava seg við, har hann sat á øskudunganum.

2
Job 2:9 Job

Tá segði kona hansara við hann: „Tú ert ólastandi við sama lagi? Banna Gudi, so tú sleppur at doyggja!“ –

2
Job 2:10 Job

Men hann svaraði henni: „Tú talar sum dári! Skulu vit taka við tí góða frá Gudi, men ikki við tí illa!“ – Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrunum.

2
Job 37:24 Job

Tí óttast menniskjuni Hann; Hann aktar ongum sjálvklókum manni eftir!“

2
Job 38:1 Job

Nú svaraði HARRIN Job út úr storminum. Hann segði:

2
Job 38:2 Job

„Hvør er hann, ið myrkir ráð Mítt við skilaleysum orðum!

2
Job 38:3 Job

Gyrð nú lendar tínar sum maður! So skal Eg spyrja teg, og tú skalt læra Meg!

2
Job 38:4 Job

Hvar vart tú, táið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur!

2
Job 38:5 Job

Hvør setti mál hennara! – Tú veitst tað jú! – Hvør spenti málisnøri yvir hana!

2
Job 38:6 Job

Hvar vórðu stólpar hennara slignir niður! Hvør legði hornstein hennara

2
Job 38:7 Job

– meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði!

2
Job 38:8 Job

Hvør stongdi fyri havinum við portrum, táið tað breyt seg fram og gekk út úr móðurfangi,

2
Job 38:9 Job

táið Eg gav tí skýggið til klædning og myrka toku til sveip,

2
Job 38:10 Job

táið Eg setti tí mark, setti sláir og hurðar

2
Job 38:11 Job

og segði: „Higar, og ikki longur! Her skulu stoltu bylgjur tínar leggjast!“

2
Job 38:12 Job

Hevur tú nakrantíð kallað morgunin fram! Hevur tú víst morgunroðanum stað hansara,

2
Job 38:13 Job

so hann fevndi um endar jarðarinnar, og hini gudleysu vórðu rist burtur av henni!

2
Job 38:14 Job

Tá broytist jørðin sum leir undir innsigli, fær lit, sum hon hevði verið klædningur;

2
Job 38:15 Job

og ljós hinna gudleysu* verður frá teimum tikið, hin upplyfti armurin sundurbrotin.

2
Job 38:16 Job

Manst tú hava verið við keldur havsins, og manst tú hava gingið á avgrundarbotninum!

2
Job 38:17 Job

Hava portur deyðans víst seg fyri tær, og hevur tú sæð portur deyðaskuggans!

2
Job 38:18 Job

Hevur tú skoðað út yvir víddir jarðarinnar! – Veitst tú alt hetta, so sig tað!

2
Job 38:19 Job

Hvar er vegurin, hagar ljósið býr, og hvar hevur myrkrið heim sítt!

2
Job 38:20 Job

– so tú kundi farið eftir teimum og fingið tey til ríki teirra og á leiðina til bústað teirra!

2
Job 38:21 Job

– Víst veitst tú tað, tí tá vart tú jú føddur, og stórt er dagatal títt!

2
Job 38:22 Job

Hevur tú verið, har sum kavin verður goymdur, og hevur tú sæð goymslur heglingsins,

2
Job 38:23 Job

sum Eg havi til at taka á heimsøkingartíðum, á orrustu- og ófriðardøgum!

2
Job 38:24 Job

Hvørja leið fer ljósið, táið tað skilir seg sundur, og eystanvindurin, táið hann spjaðir seg yvir jørðina!

2
Job 38:25 Job

Hvør opnaði regninum rennu og snarljósinum veg

2
Job 38:26 Job

– til at lata regna yvir oyðið land, yvir oyðimørk, har einki menniskja býr,

2
Job 38:27 Job

til at metta oyðimørk og oyðið land og fáa gras at grógva, har sum fyrr var bert!

2
Job 38:28 Job

Man regnið hava faðir! Hvør er faðir døggdropanna!

2
Job 38:29 Job

Hvørjum móðurfangi kom ísurin úr! Og rím himmalsins, hvør føddi tað!

2
Job 38:30 Job

Vatnið verður hart sum grót, og havið stívnar omaná.

2
Job 38:31 Job

Bindur tú bandið um Sjeystjørnuna! Kanst tú loysa leinkjurnar av Orion!

2
Job 38:32 Job

Er tað tú, ið letur stjørnumyndirnar í dýraringinum koma fram í rættari tíð! Og Bjørnin og ungar hennara – kanst tú stýra gongd teirra!

2
Job 38:33 Job

Kennir tú lógir himmalsins! Fyriskipar tú harradømi hansara yvir jørðini!

2
Job 38:34 Job

Kann rødd tín náa upp til skýggini, so vatnflóðir akta teg!

2
Job 38:35 Job

Kanst tú senda snarljósini avstað, so tey fara, so tey siga við teg: „Hygg, her eru vit!“

2