Stagnatión

148 versir um "Stagnatión"

Versir

Síða 1 av 3
Fimta Mósebók 1:6 Fimta Mósebók

„HARRIN Gud okkara talaði við okkum við Horeb og segði: „Nú hava tit nóg leingi steðgað við hetta fjall.

14
Fimta Mósebók 1:7 Fimta Mósebók

Farið nú avstað og takið leiðina til Amoritafjøll og til øll grannafólk teirra á slættlendinum, í fjallalandinum, í láglendinum, í Suðurlandinum og úti við havið – til land Kána’anita og til Libanon, líka at Stórá, ánni Eufrat!

14
Fimta Mósebók 1:8 Fimta Mósebók

Eg havi givið landið í vald tykkara; farið avstað og takið landið, ið HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva teimum og avkomi teirra eftir teir!“

14
Jóel 2:25 Jóel

Og Eg skal bøta tykkum aftur árini, táið grashoppan, bítarin, skavarin og gnagarin ótu alt upp – hin stóri herur Mín, sum Eg sendi móti tykkum.

11
Jóel 2:26 Jóel

Tit skulu eta og verða mett og prísa navni HARRANS Guds tykkara, sum hevur gjørt slíkt undurfult við tykkum; og fólk Mítt skal aldri í allar ævir verða til skammar.

11
Jóel 2:27 Jóel

Tit skulu sanna, at Eg búgvi mitt í Ísrael, og at Eg eri HARRIN Gud tykkara – Eg og eingin annar; fólk Mítt skal aldri í allar ævir verða til skammar.

11
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið

Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!

8
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið

Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið

tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:6 Seinna Timoteusarbrævið

Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:7 Seinna Timoteusarbrævið

og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:8 Seinna Timoteusarbrævið

Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:9 Seinna Timoteusarbrævið

Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert – eins og eisini vitloysi hinna* varð.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:10 Seinna Timoteusarbrævið

Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:11 Seinna Timoteusarbrævið

í atsóknum, í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:12 Seinna Timoteusarbrævið

– Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:13 Seinna Timoteusarbrævið

Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:14 Seinna Timoteusarbrævið

Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:15 Seinna Timoteusarbrævið

og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

6
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

6
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið

og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!

4
Matteus 13:1 Matteus

Sama dagin fór Jesus frá húsum og settist við vatnið.

3
Matteus 13:2 Matteus

Tá savnaðist nógv fólk um Hann. Tí fór Hann í bát og settist har, og alt fólkið stóð inni á landi.

3
Matteus 13:3 Matteus

Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: „Sáðmaður fór út at sáa.

3
Matteus 13:4 Matteus

Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp.

3
Matteus 13:5 Matteus

Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt.

3
Matteus 13:6 Matteus

Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað.

3
Matteus 13:7 Matteus

Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað.

3
Matteus 13:8 Matteus

Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda.

3
Matteus 13:9 Matteus

Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!“

3
Matteus 13:10 Matteus

Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: „Hví talar Tú til teirra í líknilsum?“

3
Matteus 13:11 Matteus

Hann svaraði: „Tí – tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið.

3
Matteus 13:12 Matteus

Tí honum, ið hevur, skal verða givið, so hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur.

3
Matteus 13:13 Matteus

Tí tali Eg til teirra í líknilsum – av tí at tey við síggjandi eygum einki síggja og við hoyrandi oyrum einki hoyra, ei heldur fata.

3
Matteus 13:14 Matteus

Soleiðis verður tað, sum Esaias profeteraði, uppfylt á teimum – táið hann sigur: „Við hoyrandi oyrum skulu tit hoyra og tó einki fata, og við síggjandi eygum skulu tit síggja og tó einki skilja.

3
Matteus 13:15 Matteus

Tí hjartað í hesum fólki er vorðið hart; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur – fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum – og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“

3
Matteus 13:16 Matteus

Men sæl eru eygu tykkara, tí tey síggja, og oyru tykkara, tí tey hoyra.

3
Matteus 13:17 Matteus

Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, sum tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, sum tit hoyra, og hoyrdu tað ikki.

3
Matteus 13:18 Matteus

So hoyrið tit nú líknilsið um sáðmannin!

3
Matteus 13:19 Matteus

Táið onkur hoyrir orðið um ríkið og fatar tað ikki, kemur hin óndi og rívur burt tað, sum sáað var í hjarta hansara; hesin er tað, sum sáað varð við vegin.

3
Matteus 13:20 Matteus

Tað, sum sáað varð í gaddajørð, er tann, ið hoyrir orðið og alt fyri eitt tekur við tí við gleði.

3
Matteus 13:21 Matteus

Men hann hevur ikki rót í sær og heldur út bert eina tíð; táið so trongd og atsókn kemur fyri orðsins skuld, verður hann fyri falli við tað sama.

3
Matteus 13:22 Matteus

Tað, sum sáað varð millum tornir, er tann, ið hoyrir orðið, men tímilig stúran og svikaliga lokkan ríkdómsins køvir tað, so tað ongan ávøkst ber.

3
Matteus 13:23 Matteus

Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan.“

3
Matteus 13:24 Matteus

Annað líknilsi setti Hann teimum fram; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er at líkna við mann, sum sáaði gott sáð í veltu sína.

3
Matteus 13:25 Matteus

Men meðan fólkið svav, kom fíggindi hansara og sáaði illgras millum hveitina og fór so burtur.

3