staðfesting / konfirmatión
25 versir um "staðfesting / konfirmatión"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 20:22 Jóhannes
Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði við teir: „Takið ímóti Heilaga Andanum!
Ápostlasøgan 8:14 Ápostlasøgan
Táið ápostlarnir í Jerusalem fingu at hoyra, at Samaria hevði tikið við orði Guds, sendu teir Pætur og Jóhannes til teirra.
Ápostlasøgan 8:15 Ápostlasøgan
Táið teir komu hagar, bóðu teir fyri teimum, at tey skuldu fáa Heilaga Andan.
Ápostlasøgan 8:16 Ápostlasøgan
Tí Hann var ikki enn fallin á nakað av teimum; tey vóru bert doypt til navn Harrans Jesusar.
Ápostlasøgan 8:17 Ápostlasøgan
Teir løgdu tá hendurnar á tey, og tey fingu Heilaga Andan.
Seinna Timoteusarbrævið 1:6 Seinna Timoteusarbrævið
Tí minni eg teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds, sum í tær er við álegging handa mína.
Efesusbrævið 1:13 Efesusbrævið
Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var,
Orðtøkini 30:5 Orðtøkini
Alt orð Guds er reint; Hann er teimum skjøldur, sum líta á Hann.
Jóhannes 8:12 Jóhannes
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“
Ápostlasøgan 2:1 Ápostlasøgan
Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði.
Ápostlasøgan 2:2 Ápostlasøgan
Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í.
Ápostlasøgan 2:3 Ápostlasøgan
Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra.
Ápostlasøgan 2:4 Ápostlasøgan
Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Sálmarnir 55:22 Sálmarnir
Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Matteus 21:22 Matteus
Og alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 14:27 Jóhannes
Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!
Jóhannes 20:31 Jóhannes
Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit – við at trúgva – skulu hava lív í navni Hansara.
Ápostlasøgan 16:31 Ápostlasøgan
Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!“
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.