spøkilsi
56 versir um "spøkilsi"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 27:52 Matteus
gravirnar opnaðust, og likamini av mongum av hinum heilagu, ið sovnað vóru burtur, risu upp;
Matteus 27:53 Matteus
tey gingu út úr grøvunum eftir uppreisn Hansara og komu inn í hin heilaga stað og vístu seg fyri mongum.
Job 14:12 Job
so legst menniskjað og reisist ikki aftur; ikki so leingi sum himmalin er til, vakna tey; tey verða ikki vakt úr svøvni.
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
Lukas 24:39 Lukas
Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!“
Fyrra Sámuelsbók 28:3 Fyrra Sámuelsbók
Sámuel var deyður, og alt Ísrael hevði syrgt hann; teir høvdu jarðað hann í Rama, har sum hann búði. Saul hevði rikið av landinum tey, sum manaðu deyð, og sum spáaðu.
Fyrra Sámuelsbók 28:4 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú Filistarar høvdu savnað seg, komu teir og tóku støðu við Sunem. Tá savnaði eisini Saul alt Ísrael, og teir tóku støðu á Gilboa.
Fyrra Sámuelsbók 28:5 Fyrra Sámuelsbók
Táið Saul sá Filistaraherin, ræddist hann so, at hjarta hansara pipraði.
Fyrra Sámuelsbók 28:6 Fyrra Sámuelsbók
Og Saul spurdi HARRAN; men HARRIN svaraði honum ikki, hvørki í dreymum, við urim ella við profetum.
Fyrra Sámuelsbók 28:7 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Saul við tænarar sínar: „Finnið mær eina kvinnu, sum dugir at mana upp deyð, so skal eg fara til hennara og spyrja hana!“ Tænarar hansara svaraðu: „Í En-Dor er ein kvinna, sum dugir at mana.“
Fyrra Sámuelsbók 28:8 Fyrra Sámuelsbók
Saul gjørdi seg nú ókenniligan, læt seg í onnur klæði og fór so avstað við tveimum fylgissveinum. Teir komu á náttartíð til kvinnuna, og Saul segði: „Spáa mær við at mana upp ein deyðan, og fá mær tann upp, sum eg sigi tær!“
Fyrra Sámuelsbók 28:9 Fyrra Sámuelsbók
Kvinnan svaraði honum: „Tú veitst jú sjálvur, hvat Saul hevur gjørt, hvussu hann hevur beint av landinum tey, sum mana upp deyð, og sum spáa – hví setur tú tá snerru fyri lív mítt til at volda mær deyðan?“
Fyrra Sámuelsbók 28:10 Fyrra Sámuelsbók
Tá svór Saul henni eið um HARRAN og segði: „So satt sum HARRIN livir, skal eingin skyld koma oman yvir teg í hesum!“
Fyrra Sámuelsbók 28:11 Fyrra Sámuelsbók
So segði kvinnan: „Hvønn skal eg tá mana tær upp?“ Hann svaraði: „Mana mær Sámuel upp!“
Fyrra Sámuelsbók 28:12 Fyrra Sámuelsbók
Men táið kvinnan sá Sámuel, skar hon í hart róp, og hon segði við Saul: „Hví hevur tú svikið meg? Tú ert jú Saul!“
Fyrra Sámuelsbók 28:13 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði kongurin við hana: „Ræðst ikki! Men hvat sært tú?“ Kvinnan svaraði Saul: „Eg síggi ein gud koma upp úr jørðini.“
Fyrra Sámuelsbók 28:14 Fyrra Sámuelsbók
Hann segði aftur við hana: „Hvussu sær hann út?“ Hon svaraði: „Gamal maður kemur upp, sveipaður í kappa.“ Tá skilti Saul, at tað var Sámuel, og hann kastaði seg niður við andlitinum til jarðar.
Fyrra Sámuelsbók 28:15 Fyrra Sámuelsbók
Men Sámuel segði við Saul: „Hví hevur tú órógvað meg og fingið meg upp?“ Saul svaraði: „Eg eri í stórari neyð; Filistarar eru komnir í hernað móti mær, og Gud er vikin frá mær og svarar mær ikki longur, hvørki við profetum ella í dreymum. Tí havi eg kallað teg upp, fyri at tú skalt siga mær, hvat eg skal gera.“
Fyrra Sámuelsbók 28:16 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Sámuel: „Hví spyrt tú meg, táið HARRIN er vikin frá tær og er vorðin fíggindi tín?
Fyrra Sámuelsbók 28:17 Fyrra Sámuelsbók
HARRIN hevur nú gjørt við teg, sum Hann segði við mær – HARRIN hevur rivið kongadømið úr hond tíni og givið einum øðrum tað, Dávidi.
Fyrra Sámuelsbók 28:18 Fyrra Sámuelsbók
Aftur fyri at tú aktaði ikki orð HARRANS og lætst ikki Amalek kenna brennandi vreiði Hansara, so hevur HARRIN nú gjørt hetta við teg!
Fyrra Sámuelsbók 28:19 Fyrra Sámuelsbók
HARRIN skal geva bæði teg og Ísrael í hendur Filistara, og í morgin skulu tú og synir tínir vera hjá mær; eisini her Ísraels skal HARRIN geva í hendur Filistara!“
Lukas 16:24 Lukas
Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“
Lukas 16:25 Lukas
Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
Lukas 16:26 Lukas
Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“
Lukas 16:27 Lukas
Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
Lukas 16:28 Lukas
tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“
Lukas 16:29 Lukas
Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“
Lukas 16:30 Lukas
Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“
Lukas 16:31 Lukas
Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““
Prædikarin 9:5 Prædikarin
Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki; tey hava onga løn meir at vænta sær, tí minnið um tey verður strikað út.
Sálmarnir 146:3 Sálmarnir
Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa!
Sálmarnir 146:4 Sálmarnir
Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.
Matteus 14:26 Matteus
Táið lærisveinarnir sóu Hann ganga á vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: „Hatta er spøkilsi!“ og róptu av ræðslu.
Esaias 8:19 Esaias
Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Job 14:21 Job
Børn hansara koma til heiður, men hann veit einki um tað; tey søkka niður í vanvirðing, men hann leggur tað ikki til merkis;
Matteus 17:1 Matteus
Seks dagar eftir hetta tók Jesus Pætur og Jákup og bróður hansara Jóhannes við Sær og fór við teimum niðan á høgt fjall, har teir vóru fyri seg sjálvar.
Matteus 17:2 Matteus
Hann fekk tá aðra útsjónd fyri teimum; andlit Hansara skein sum sólin, og klæði Hansara vórðu hvít sum ljósið.
Matteus 17:3 Matteus
Og Móses og Elias vístu seg fyri teimum og talaðu við Hann.
Markus 6:49 Markus
Men táið teir sóu Hann ganga á vatninum, hildu teir tað vera spøkilsi; og teir skóru í róp.
Markus 16:12 Markus
So opinberaðist Hann í øðrum líki fyri tveimum av teimum á vegnum, meðan teir vóru á ferð út á bygd.
Lukas 24:37 Lukas
Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu.
Lukas 24:38 Lukas
Men Hann segði við teir: „Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?
Lukas 24:40 Lukas
Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.
Jóhannes 14:26 Jóhannes
men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.