spitalska

129 versir um "spitalska"

Versir

Síða 1 av 3
Triðja Mósebók 13:1 Triðja Mósebók

HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:

3
Triðja Mósebók 13:2 Triðja Mósebók

„Táið onkur á húðina fær knútar ella útbrot ella ljósan plett, og tað tykist at gera seg til spitalsku á likami hansara, so skal verða komið við honum til Áron prest ella til ein av hinum prestunum, sonum Áron.

3
Triðja Mósebók 13:3 Triðja Mósebók

Presturin skal hyggja at tí sjúka staðnum á húðini, og um so er, at hárini á tí sjúka staðnum eru hvítnað, og staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, og tá skal presturin, við tað sama sum hann sær tað, døma hann óreinan.

3
Triðja Mósebók 13:4 Triðja Mósebók

Men er hvítur plettur á húðini, og hann ikki tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og hárini á honum ikki eru hvítnað, so skal presturin halda hin sjúka innistongdan í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 13:5 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin aftur hyggja at honum. Vísir tað seg tá, at hitt sjúka staðið sær tað sama út og hevur ikki breitt seg longur út um húðina, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar aftrat.

3
Triðja Mósebók 13:6 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin uppaftur hyggja at honum. Vísir tað seg tá, at hitt sjúka staðið er bliknað og hevur ikki breitt seg longur út um húðina, so skal presturin døma hann reinan; tá er tað bert vanligt útbrot; hann skal vaska klæði síni, so er hann reinur.

3
Triðja Mósebók 13:7 Triðja Mósebók

Men breiðir útbrotið seg um húðina, eftir at hann hevur latið prestin sýna seg til at verða dømdan reinan, so skal hann eina ferð enn lata prestin hyggja at sær.

3
Triðja Mósebók 13:8 Triðja Mósebók

Táið presturin tá sýnar hann og sær, at útbrotið hevur breitt seg longur út um húðina, skal hann døma hann óreinan – tað er spitalska.

3
Triðja Mósebók 13:9 Triðja Mósebók

Táið ein hevur fingið spitalsku, skal verða komið til prestin við honum,

3
Triðja Mósebók 13:10 Triðja Mósebók

og presturin skal hyggja at honum. Sær hann tá, at hvítur knútur er á húðini, sum hárini eru hvítnað á, og at vilt kjøt veksur í knútinum,

3
Triðja Mósebók 13:11 Triðja Mósebók

so er tað gomul spitalska á húðini á likami hansara, og tá skal presturin døma hann óreinan; honum nýtist ikki at steingja hann inni, tí hann er óreinur.

3
Triðja Mósebók 13:12 Triðja Mósebók

Men brýtur spitalskan soleiðis út á húðini, at øll húðin á hinum sjúka, frá ovast til niðast, er spitølsk, allastaðni ið presturin sær,

3
Triðja Mósebók 13:13 Triðja Mósebók

og sær presturin, táið hann hyggur at hinum sjúka, at spitalskan hevur breitt seg út um allan kropp hansara, so skal hann døma hin sjúka reinan; hann er vorðin hvítur, allur sum hann er – hann er reinur.

3
Triðja Mósebók 13:14 Triðja Mósebók

Men við tað sama sum vilt kjøt vísir seg á honum, er hann óreinur;

3
Triðja Mósebók 13:15 Triðja Mósebók

og táið presturin sær tað villa kjøtið, skal hann døma hann óreinan; tað villa kjøtið er óreint, tað er spitalska.

3
Triðja Mósebók 13:16 Triðja Mósebók

Hvørvur nú tað villa kjøtið aftur, og hin sjúki verður hvítur, so skal hann koma til prestin;

3
Triðja Mósebók 13:17 Triðja Mósebók

og vísir tað seg, táið presturin hyggur at honum, at hitt sjúka staðið er vorðið hvítt, so skal hann døma hin sjúka reinan – tá er hann reinur.

3
Triðja Mósebók 13:18 Triðja Mósebók

Fær onkur á húðina svull, ið verður grøddur,

3
Triðja Mósebók 13:19 Triðja Mósebók

men tað so á staðnum, har svullurin var, kemur hvítur knútur ella bleikreyður plettur, so skal hann lata prestin sýna seg.

3
Triðja Mósebók 13:20 Triðja Mósebók

Táið tá presturin hyggur at honum og sær, at staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, og at hárini á tí eru hvítnað, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska, ið er brotin út, har sum svullurin var.

3
Triðja Mósebók 13:21 Triðja Mósebók

Men sær presturin, táið hann hyggur at tí sjúka staðnum, eingi hvít hár á tí, og tykist tað ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknað, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 13:22 Triðja Mósebók

Breiðir tað seg tá longur út um húðina, so skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska.

3
Triðja Mósebók 13:23 Triðja Mósebók

Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki, so er tað bert arrið eftir svullin, og presturin skal døma hann reinan.

3
Triðja Mósebók 13:24 Triðja Mósebók

Fær onkur brunasár á húðina, og kjøtið, ið veksur í brunasárinum, vísir seg sum bleikreyðan ella hvítan plett,

3
Triðja Mósebók 13:25 Triðja Mósebók

so skal presturin hyggja at sárinum, og sær hann tá, at hárini á hinum ljósa plettinum eru hvítnað, og at hann tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, ið er brotin út í brunasárinum, og presturin skal døma hann óreinan; tað er spitalska.

3
Triðja Mósebók 13:26 Triðja Mósebók

Men sær presturin, táið hann hyggur at hinum ljósa plettinum, eingi hvít hár á honum, og tykist hann ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum, men er bliknaður, so skal presturin halda hann innistongdan í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 13:27 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin sýna hann; hevur tá pletturin breitt seg longur út um húðina, skal presturin døma hann óreinan; tað er spitalska.

3
Triðja Mósebók 13:28 Triðja Mósebók

Men verður hin ljósi pletturin, sum hann var, og breiðir seg ikki út um húðina, men er bliknaður, so er tað knútur eftir brunasárið, og presturin skal døma hann reinan; tað er bert arrið eftir brunasárið.

3
Triðja Mósebók 13:29 Triðja Mósebók

Hevur maður ella kvinna sjúkt stað á høvdinum ella skegginum,

3
Triðja Mósebók 13:30 Triðja Mósebók

so skal presturin hyggja at tí sjúka staðnum, og tykist tað tá at liggja djúpari enn húðin rundanum, og gul, kløn hár eru á tí, so skal presturin døma hann óreinan; tað er skurv, spitalska á høvdinum ella skegginum.

3
Triðja Mósebók 13:31 Triðja Mósebók

Men tykist skurvið, táið presturin hyggur at tí, ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum – men hárini á tí tó ikki eru svørt – so skal presturin halda tann, ið skurvið hevur, innistongdan í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 13:32 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin hyggja at tí sjúka staðnum, og hevur skurvið tá ikki breitt seg, eru ikki gul hár komin á tað, og tykist skurvið ikki at liggja djúpari enn húðin rundanum,

3
Triðja Mósebók 13:33 Triðja Mósebók

so skal tann, ið skurvið hevur, raka sær, tó ikki har sum skurvið er, og presturin skal aftur halda hann innistongdan í sjey dagar.

3
Triðja Mósebók 13:34 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin hyggja at skurvinum, og vísir tað seg nú, at skurvið hevur ikki breitt seg út um húðina, og tað ikki tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so skal presturin døma hann reinan; hann skal vaska klæði síni, so er hann reinur.

3
Triðja Mósebók 13:35 Triðja Mósebók

Men breiðir skurvið seg út um húðina, eftir at hann er dømdur reinur,

3
Triðja Mósebók 13:36 Triðja Mósebók

so skal presturin sýna hann; og vísir tað seg nú, at skurvið hevur breitt seg, so nýtist prestinum ikki at hyggja eftir, um gul hár eru – hann er óreinur.

3
Triðja Mósebók 13:37 Triðja Mósebók

Men sær skurvið tað sama út, og svørt hár eru vaksin á tí, so er skurvið grøtt; hann er reinur, og presturin skal døma hann reinan.

3
Triðja Mósebók 13:38 Triðja Mósebók

Fær maður ella kvinna ljósar plettir, hvítar plettir, á húðina,

3
Triðja Mósebók 13:39 Triðja Mósebók

so skal presturin sýna tey. Sær hann tá, at plettirnir á húð teirra eru bleikhvítir av liti, so er tað vandaleyst útbrot, sum er komið á húðina; ein slíkur er reinur.

3
Triðja Mósebók 13:40 Triðja Mósebók

Missir ein hárið aftantil, so er hann berskøllutur – hann er reinur fyri tað.

3
Triðja Mósebók 13:41 Triðja Mósebók

Og missir hann hárið frammantil, so er hann pannuskøllutur, hann er reinur fyri tað.

3
Triðja Mósebók 13:42 Triðja Mósebók

Men kemur bleikreyður plettur, har sum hann er berskøllutur, tað veri nú aftan ella framman á høvdinum, so er tað spitalska, ið brýtur út, har sum hann er berskøllutur, aftan ella framman á høvdinum.

3
Triðja Mósebók 13:43 Triðja Mósebók

Tá skal presturin sýna hann, og vísir tað seg nú, at bleikreyður knútur er, har sum hann er berskøllutur, aftan ella framman á høvdinum, vorðin sum spitalska aðrastaðni á húðini,

3
Triðja Mósebók 13:44 Triðja Mósebók

so er hesin persónur spitalskur, hann er óreinur, presturin skal døma hann óreinan; hann hevur fingið sjúkuna á høvdið.

3
Triðja Mósebók 13:45 Triðja Mósebók

Tann, ið hevur fingið spitalsku, klæði hansara skulu verða skrædd, hár hansara skal vaksa, sum tað vil, hann skal balla klæði um skegg sítt og rópa: „Óreinur, óreinur!“

3
Triðja Mósebók 13:46 Triðja Mósebók

So leingi sum hann hevur sjúkuna, skal hann vera óreinur; óreinur er hann, hann skal búgva fyri seg sjálvan; uttanfyri tilhaldið skal bústaður hansara vera.

3
Triðja Mósebók 13:47 Triðja Mósebók

Táið spitalska kemur á plagg, tað veri nú av ull ella av líni,

3
Triðja Mósebók 13:48 Triðja Mósebók

ella á vovið ella bundið toy, tað veri nú av líni ella ull, ella á leður ella okkurt, ið er av leðri,

3
Triðja Mósebók 13:49 Triðja Mósebók

og plettirnir á plagginum, leðrinum, tí vovna ella bundna toyinum, ella tí, ið er av leðri, vísa seg at vera grønligir ella reydligir, so er tað spitalska og skal verða sýnað av prestinum.

3
Triðja Mósebók 13:50 Triðja Mósebók

Táið presturin hevur sýnað skaðan, skal hann lata tað, ið plettirnir eru á, vera innan læstar dyr í sjey dagar.

3