Spámenn
46 versir um "Spámenn"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Fimta Mósebók 18:9 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki taka eftir teimum viðurstyggiligu siðum, ið fólkini har hava.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan
Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.
Triðja Mósebók 19:26 Triðja Mósebók
Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.
Fimta Mósebók 18:13 Fimta Mósebók
Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
Fimta Mósebók 18:14 Fimta Mósebók
Tí hesi fólk, ið tú skalt reka burtur, tey lurta eftir teimum, ið leggja út tekin og ganda, men tær hevur HARRIN Gud tín ikki loyvt slíkt.
Dániel 2:27 Dániel
Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.
Dániel 2:28 Dániel
Men Gud er í Himli, sum opinberar loyndardómar, og Hann hevur kunngjørt Nebukadnezar kongi tað, ið henda skal á síðstu døgum. – Hetta var dreymurin, og hetta vóru sjónirnar, ið fram fyri teg komu á legu tíni:
Mika 5:12 Mika
Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók
Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.
Fyrra Sámuelsbók 15:23 Fyrra Sámuelsbók
Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur!“
Fyrra Krønikubók 10:13 Fyrra Krønikubók
Soleiðis doyði Saul aftur fyri trúloysið, ið hann hevði víst HARRANUM, at hann hevði ikki aktað eftir orði HARRANS, og at hann líka hevði verið og spurt ein anda og biðið hann lagt sær ráð.
Esaias 27:1 Esaias
Tann dag skal HARRIN við svørði Sínum, hinum harða, stóra og sterka, heimsøkja Livjatan, hin kvika orm, Livjatan, ormin, ið ringist, og drepa ódýrið í sjónum.
Esaias 47:13 Esaias
Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum – lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma!
Esaias 47:14 Esaias
Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um!
Esaias 47:15 Esaias
So gongst tær við teimum, ið tú hevur gjørt tær ómak fyri, teimum, ið hava handlað við teg, frá tí tú vart ung – teir renna higar og hagar, hvør í ætt sína, og har er eingin, ið frelsir teg.
Ezekiel 13:3 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Vei dáraprofetunum, ið ganga eftir sínum egna anda og eftir tí, sum teir ikki hava sæð!
Mika 1:1 Mika
Orð HARRANS, sum kom til Mika úr Moreset, á døgum Jótams, Akazar og Ezekiasar, judakonga – tað, ið hann skoðaði um Samaria og Jerusalem.
Mika 1:2 Mika
Hoyrið, tit fólk, øll somul! Akta eftir, tú jørð við øllum, ið á tær er! Harrin HARRIN veri vitni móti tykkum, HARRIN – úr heilaga templi Sínum!
Mika 1:3 Mika
Tí HARRIN kemur út úr bústaði Sínum; Hann stígur niður og gongur eftir hæddum jarðarinnar.
Mika 1:4 Mika
Fjøllini bráðna undir Honum, og dalarnir klovna – sum vaks fyri eldi, sum vatn, ið verður stoytt oman í bratta líð.
Mika 1:5 Mika
Fráfall Jákups er tað, sum ger, at alt hetta hendir – syndirnar, ið hús Ísraels hevur gjørt. Hvør er upphav at fráfalli Jákups? Er tað ikki Samaria! Og hvør er upphav at offurheyggjum Juda? Er tað ikki Jerusalem!
Mika 1:6 Mika
Eg skal tí gera Samaria til grótrúgvu á markini, til stað at planta víngarðar á; Eg skal rulla steinar tess oman í dalin og lata grundvøllir tess koma fyri ljósið.
Mika 1:7 Mika
Allar hinar útskornu myndir tess skulu verða brotnar sundur, øll skøkjuløn tess skal verða brend upp, og øllum avgudum tess skal Eg forkoma; tí av skøkjuløn hevur tað savnað sær tey, og skøkjuløn skulu tey aftur verða.
Mika 1:8 Mika
Um hetta skal eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og nakin; eg skal rópa av sorg sum sjakalarnir og vena meg sum strutsarnir.
Mika 1:9 Mika
Tí sár tess eru ógrøðandi; vanlukkan er komin líka til Juda; hon er nádd líka at portri fólks míns, líka til Jerusalem.
Mika 1:10 Mika
Kunngerið ikki hetta í Gat, grátið ikki so sárliga! Í Bet-Leafra veltist eg í dustinum.
Mika 1:11 Mika
Farið avstað nakin og vanærd, tit, sum í Sjafir búgva! Tey, sum í Za’anan búgva, vága sær ikki út. Sorgarrópini í Bet-Ezel gera tykkum tað ómøguligt at verða har.
Mika 1:12 Mika
Tí tey, sum í Marot búgva, ringjast av sorg um lukku sína, sum tey hava mist; vanlukka er jú komin niður frá HARRANUM, líka at portri Jerusalems.
Mika 1:13 Mika
Setið hestarnar fyri vagnin, tit, sum í Lakis búgva! Upphav syndarinnar vart tú dóttur Zion; tí hjá tær vórðu misbrot Ísraels funnin.
Mika 1:14 Mika
Tí noyðist tú at lata Moreset-Gat fáa skilnaðargávu; húsini í Akzib verða kongum Ísraels sum svikaligur løkur.
Mika 1:15 Mika
Eina ferð enn skal Eg senda tykkum ránsmann, tit, sum í Maresa búgva! Til Adullam skal dýrd Ísraels koma.
Mika 1:16 Mika
Raka hárið av tær, klipp tað burtur, í sorg um børn tíni, sum vóru gleði tín! Ger høvd títt so skallut sum høvd gripsins – tí tey fara hertikin burt frá tær!
Ápostlasøgan 8:9 Ápostlasøgan
Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt.
Ápostlasøgan 8:10 Ápostlasøgan
Honum góvu tey ans, bæði smá og stór, og søgdu: „Henda er tað, tey kalla stóru kraft Guds.“
Ápostlasøgan 8:11 Ápostlasøgan
Tey góvu honum ans, av tí at hann í langa tíð hevði gjørt tey ovfarin við gandabrøgdum sínum.
Ápostlasøgan 8:12 Ápostlasøgan
Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur.
Ápostlasøgan 8:13 Ápostlasøgan
Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.
Opinberingin 9:21 Opinberingin
Tey vendu ikki við frá manndrápum og gandi sínum, siðloysi sínum og stuldri sínum.