Spámaðurar
14 versir um "Spámaðurar"
Versir
Síða 1 av 1Amos 3:7 Amos
– Sanniliga, Harrin HARRIN ger einki, uttan Hann hevur opinberað tænarum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt!
Fyrra Korintbrævið 2:13 Fyrra Korintbrævið
Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum.
Fyrra Sámuelsbók 9:9 Fyrra Sámuelsbók
– Fyrr í tíðini plagdu tey at siga í Ísrael, táið tey fóru at fáa vilja Guds at vita: „Komið, latið okkum fara til síggjaran!“ Tí tann, ið nú á døgum kallast profetur, hann kallaðist fyrr í tíðini síggjari. –
Seinna Krønikubók 9:29 Seinna Krønikubók
Tað, ið annars er at siga um Sálomo, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, tað er skrivað í krøniku Natans profets, í tí, sum Ahia úr Silo hevur profeterað, og í sjónini, sum Jedi síggjari sá um Jeroboam, son Nebat.
Fyrra Krønikubók 29:29 Fyrra Krønikubók
Tað, ið annars er at siga um Dávid kong, bæði um fyrru og um seinnu tíð hansara, er skrivað í krøniku Sámuels síggjara, í krøniku Natans profets og í krøniku Gads síggjara.
Seinna Krønikubók 12:15 Seinna Krønikubók
Alt tað, ið er at siga um Rehabeam, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í krøniku Semaja profets og í krøniku Iddos síggjara, har sum ættartølini standa. Millum Rehabeam og Jeroboam var alla tíðina ófriður.
Fimta Mósebók 4:2 Fimta Mósebók
Tit mugu einki leggja aftrat boðunum, ið eg gevi tykkum, ei heldur taka nakað burturav, nei, tit skulu halda boð HARRANS Guds tykkara, sum eg gevi tykkum!
Seinna Krønikubók 33:19 Seinna Krønikubók
Og bøn hansara, og hvussu hann varð bønhoyrdur, alla synd og alt trúloysi hansara, og støðini, har hann bygdi offurheyggjar og reisti upp Asjerurnar og hinar útskornu myndirnar – áðrenn hann eyðmýkti seg – um hetta er skrivað í Hosaiskrøniku.
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið
Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.
Josva 10:13 Josva
Og sólin stóð still, og mánin steðgaði, inntil fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. – So stendur jú skrivað í „Bók hinna sannhjartaðu“. – Sólin varð standandi mitt á himli og hevði ongan skund at fara niður – nærum heilan dag.
Seinna Krønikubók 35:15 Seinna Krønikubók
Sangararnir – eftirkomarar Asafs – stóðu á staði sínum, soleiðis sum Dávid, Asaf, Heman og Jedutun, síggjari kongsins, høvdu fyriskrivað; og duravaktararnir vóru hvør við portur sítt; teimum nýttist ikki at fara frá tænastu síni, tí brøður teirra – hinir Levitarnir – gjørdu til til teirra.
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Opinberingin 22:18 Opinberingin
Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.
Opinberingin 22:19 Opinberingin
Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.