Sosialt at drekka
31 versir um "Sosialt at drekka"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 20:1 Orðtøkini
Vín er spottari, sterkur drykkur heldur gang; tann, ið sløðrar av tí, verður ikki vísur.
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Esaias 5:22 Esaias
Vei teimum, sum eru kappar at drekka vín og veldigir at blanda sterkan drykk,
Orðtøkini 23:29 Orðtøkini
Hvør hevur sorg? Hvør hevur sút? Hvør hevur klandur? Hvør má eymka seg? Hvør hevur sár fyri einki? Hvør hevur reyð eygu?
Orðtøkini 23:30 Orðtøkini
Teir, ið sita leingi uppi hjá víninum, teir, ið koma at smakka hin sterka drykkin.
Orðtøkini 23:31 Orðtøkini
Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu vakurt tað glitrar í bikarinum, hvussu væl tað gongur niður!
Orðtøkini 23:32 Orðtøkini
– At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur;
Orðtøkini 23:33 Orðtøkini
eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørgt er.
Orðtøkini 23:34 Orðtøkini
Og tú verður líkur einum, ið svevur mitt úti á havinum, líkur einum, ið svevur uppi á mastrartoppinum.
Orðtøkini 23:35 Orðtøkini
[Tú fert at siga:] „Teir bankaðu meg, men eg fekk ikki ilt, teir skúgvaðu meg, men eg føldi tað ikki! Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!“
Habakkuk 2:15 Habakkuk
Vei tí, sum gevur næsta sínum at drekka úr skál brennandi vreiði sínar – ja, drekkur tey full, so hann fær hugt at blygd teirra!
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fimta Mósebók 14:26 Fimta Mósebók
Fyri henda pening skalt tú so keypa alt tað, ið teg lystir: Neyt, smáfæ, vín og sterkan drykk og alt tað, ið hjarta títt lystir; og tú skalt njóta tað har fyri ásjón HARRANS Guds tíns og vera glaður, tú og hús títt.
Lukas 21:34 Lukas
Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!
Fyrra Korintbrævið 5:11 Fyrra Korintbrævið
Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.
Fyrra Timoteusarbrævið 3:3 Fyrra Timoteusarbrævið
ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur.
Orðtøkini 31:4 Orðtøkini
Ikki sømir kongum, Lemuel, ikki sømir kongum at drekka vín, ei heldur høvdingum at drekka sterkan drykk!
Orðtøkini 31:5 Orðtøkini
Tí táið teir drekka, koma teir at gloyma, hvat lóg er, og boyggja rætt alra arminga.
Orðtøkini 31:6 Orðtøkini
– Gev honum sterkan drykk, sum er undirgangi nær, og honum vín, sum gongur við sorg í sálini!
Orðtøkini 31:7 Orðtøkini
Lat hann drekka, so hann gloymir armóð sína og minnist ikki møði sína longur!
Esaias 5:11 Esaias
Vei teimum, ið fara tíðliga upp – at leita eftir sterkum drykki – og sum sita út á náttina – eldreyðir av víni!
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Matteus 15:11 Matteus
Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Fyrra Korintbrævið 8:9 Fyrra Korintbrævið
Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt!
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Somuleiðis skulu samkomutænararnir hava sámiligan atburð, ikki vera tvítungutir, ikki drykkjumenn, ikki gjarnir eftir ljótum vinningi.
Fyrra Pætursbrævið 4:3 Fyrra Pætursbrævið
Tað er nóg mikið, at tit tíðina, ið farin er, hava gjørt vilja heidninganna – livað í siðloysi, girndum, fyllskapi, svirri, drykkjuskapi og skammiligari avgudadýrkan;